Gullfagnaður á Gibraltar áðrenn Oyggjaleikirnar

Myndir: Eitt samdøgur fyri at oyggjaleikirnir verða settir, var longu fyrsti føroyski gullfagnaðurin hildin

Onkur trýr ikki sínum egnum eygum, meðan onnur fegnast um flott føroyskt spæl

Onkur trýr ikki sínum egnum eygum, meðan onnur fegnast um flott føroyskt spæl

Meðan íðkarar, fyreikarar og miðlafólk gera tað seinasta klárt til oyggjaleikirnar, tóku fitt av føroyingum sær stundir at fylgja føroyska U17-dreingjalandsliðunum í hondbólti vinna gull.

Hóast oyggjaleikirnir liggja allarfremst í huganum, hevur verið dúgliga prátað um avrikið hjá hondbóltsdreingjunum, og flogfarið hjá Atlantsflog fyltist eisini við lógvabrestum, tá tíðindini í gjár bórust um at Føroyar høvdu spælt seg í finaluna samstundis sum hópurin ferðaðist til Gibraltar.

Sjálvandi var eisini áhugi fyri at síggja finaluna, og tað var skjótt fingið upp í lag at fáa eina ítrottarbarr at seta finaludystin á stórskíggja. Tíverri bar ikki til at fáa barrina at seta FM1 frá, men onkur lurtaði við telefonunum hjá sær.

Tað var ein øgiligur fagnaður, og uttanveltaðir áskoðarar forvitnaðust av hýrinum og góvu sær eisini stundir at fylgja við føroyska bragdinum.

Her ber til at síggja eina upptøka av løtuni, tá tað var staðfest, at Føroyar høvdu vunnið gull í European Open kappingini í Gøteborg: https://www.youtube.com/watch?v=nolv9c513a8

Sí myndafrásøgn niðanfyri:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med1##

 

 

Onkur trýr ikki sínum egnum eygum, meðan onnur fegnast um flott føroyskt spæl

Eitt sindur av fjáltri á føroyingum tá ið javnt leikar á

Ein ovurfegin og errin aðalskrivari í ÍSF. Sonurin Pauli fekk seks mál í finaluni

ÍSF-forsetin kann fegnast um fyrsta føroyska gullið longu áðrenn oyggjaleikirnir eru byrjaðir

Onkur av áskoðarunum halda telefonirnar at oyrunum fyri at hoyra frásøgnina á FM1