Gullið er á veg til Klaksvíkar

Kvinnur: KÍ vann stórsigur í Gundadali, meðan fremsti avbjóðarin kiksaði á Eiði

Undan dystunum í kvøld var KÍ topplið og favorittur at vinna FM. Í kvøld vunnu KÍ kvinnurnar, meðan fremsti avbjóðarin, ÍF/Víkingur/B68, ikki megnaði meiri enn javnleik.

Úrslitini í kvøld bera við sær, at tað nú eru seks stig frá toppliðnum, KÍ, og aftur til fremsta avbjóðaran, sum framvegis er ÍF/Víkingur/B68. KÍ hevur 31 stig, ÍF/Víkingur/B68 hevur 25 stig, og málmunurin hjá KÍ er +20, meðan hann hjá ÍF/Víkingi/B68 er +12.

KÍ hevur tveir dystir eftir ímóti EBS/Skála og ein ímóti HB, og ÍF/Víkingur/B68 hevur ein dyst eftir ímóti B36 og tveir eftir ímóti HB.

Í kvøld vann KÍ 6-1 í Gundadali ímóti B36. Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 3-0. Monika Biskopstø, sum í kvøld vardi KÍ málið fyri fyrstu ferð í fýra ár, bjargaði brotssparki, tá ið tað restaðu níggju minuttir.

Evy á Lakjuni var trífaldur málskjútti, og systir hennara, Victoria á Lakjuni skoraði eitt mál. Hini KÍ málini skoraðu Sigrid A. Jacobsen og Sigrun Sirdal. Olga Kristina Hansen minkaði um munin fyri B36 til 3-1, tá ið ein tími var farin. Trý tey síðstu málini skoraði KÍ í seks minuttir – í 72., 75. og 78. minutti.

Tjúgu minuttir undan dystarloki varð Rannvá B. Andreasen skift inn á KÍ liðið. Hon var við í fyrsta og triðja umfari, men orsaka av skaða hevur hon ikki spælt aftur fyrr enn í kvøld.

Í Hólmanum á Eiði endaði tað 1-1 millum EBS/Streym og ÍF/Víking/B68. Sunnva Fagradal legði heimaliðið framum dygst undan steðginum, og Jacoba Langgaard javnaði til 1-1, tá ið tað restaði eitt korter.