GULLRADIO á FM1 klokkan 15 til 18 hósdagin

Á 13. sinni fer FM1 at skipa fyri sendingini "GULLRADIO". Hesaferð fyri FM-vinnarunum 2019, KÍ

Frá klokkan 15 til klokkan er farin av 18 hósdagin verður sendingin "Gullradio" á FM1. Í ár fyri FM-vinnarunum, KÍ

Frá klokkan 15 til klokkan er farin av 18 hósdagin verður sendingin "Gullradio" á FM1. Í ár fyri FM-vinnarunum, KÍ

Síðani 2007 hevur tað verið fastur siður á fyrst gamla Rás2, og síðani á FM1, at sendingin "GULLRADIO" hevur verið á skránni fyri liðið sum vinnur FM-gull í bestu mansdeildini.

Fýra ferðir hevur Gullradio verið fyri HB, tríggjar ferðir hevur Gullradio verið fyri B36, tvær ferðir hevur Gullradio verið fyri Víking og EB/Streym, og á einum sinni, í 2007 var Gullradio fyri NSÍ.

Í ár verður á fyrsta sinni Gullradio á FM1 fyri KÍ.

Skráin fyri GULLRADIO á FM1 hósdagin 31. oktober:

Klokkan 15.05 til klokkan 15.55: Kavalkada við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá 26 av 27 dystum hjá KÍ í betrideildini 2019.

Klokkan 16 til 16.55: Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 prátar í beinleiðis sendingini við KÍ-spælarar, KÍ-fjepparar og borgarstjóran í kaffistovuni í KÍ-høllini.

Klokkan 17.15: Ringt verður til Mikkjal Thomassen, venjara og Jóannes Bjartalíð, ið eru staddir í Noregi. KÍ-sangir verða eisini spældir í sendingini.

Lurtararnir kunnu senda eina heilsu til KÍ á sms-skipanini, ið hevur nummar 559999.

Kavalkadan og samrøðurnar, ið verða gjørdar verða lagdar út á in.fo.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

 

 

Frá klokkan 15 til klokkan er farin av 18 hósdagin verður sendingin "Gullradio" á FM1. Í ár fyri FM-vinnarunum, KÍ