Gundadalur tekur seg fram

Bæði B36 og HB hildu mótstøðuliðunum burtur frá at skjóta mál

B36 og HB lyftu seg seinnapartin nærri toppinum.

HB vann sera sannførandi 2-0 sigur í Fuglafirði. Hetta er fyrsta ferðin síðani fyrsta apríl 2013, at HB fer úr Fuglafirði við sigri. Ta ferðina endaði tað eisini 2-0 til HB.

Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, tá ið HB hevði eina rúgvu av málmøguleikum.

Pætur J. Petersen setti hol á við stútara eftir horna, og Daniel Johansen økti til 2-0 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum.

B36 vann tepran 1-0 sigur í Gundadali ímóti TB.

Benjamin Heinesen skoraði málið í fyrra hálvleiki, eftir at Árni Frederiksberg eitt sindur úr høgru og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna og við frísparki sendi bóltin í brotsteigin, har Brian Jakobsen snittaði bóltin til handara stólpan, har Benjamin Heinesen var púra leysur.

 

ÍF - HB 0-2 (0-0)

0-1: Pætur J. Petersen

0-2: Daniel Johansen

 

B36 - TB 1-0 (1-0)

1-0: Benjamin Heinesen

 

Sunnudagin 12. mai

NSÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

 Mánadagin 13. mai

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

862021520
B36960312918
NSÍ851214916
Víkingur8512171316
Skála850313615
HB9432151015
TB82247168
EB/S82069136
ÍF81168194
AB81079223