Gunn: Hallar- og venjingarumstøður hava nógv at siga (FM1)

(FM1) Forkvinnan í HSF er lítillátin um leiklutin hjá henni og starvsnevndini nú føroyska U17 landsliðið hevur avrikið framúr væl

Gunn Ellefsen, forkvinna og hini í leiðsluni í HSF hava arbeitt miðvíst við landsliðsarbeiðnum, og tað ber stóra frukt nú

Gunn Ellefsen, forkvinna og hini í leiðsluni í HSF hava arbeitt miðvíst við landsliðsarbeiðnum, og tað ber stóra frukt nú

##med2##

Meðan onnur vilja siga, at leiðslan í hondbóltssambandinum hevur arbeitt ótrúliga miðvíst og málrættað at fáa landsliðsarbeiðið at bera frukt, so er forkvinnan í HSF meira lítillátin.

Gunn Ellefsen hevur í samrøðu við Pætur Hjalmar Evensson á FM1 mest hug at geva góðu hallarumstøðunum og góðu venjingarumstøðunum æruna fyri, at U17 manslandsliðið avrikar so framúr væl í European Open kappingini í Göteborg.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Pætur Hjalmar Evensson gjørdi við Gunn Ellefsen í tíðindasendingini á FM1 klokkan 17 í dag.

 

 

Gunn Ellefsen, forkvinna og hini í leiðsluni í HSF hava arbeitt miðvíst við landsliðsarbeiðnum, og tað ber stóra frukt nú

(Samrøða við Gunn Ellefsen)