Gunnar: Bellamy var tann mest ótolandi

Tað sigur Gunnar Nielsen í samrøðu við TV2.no. Lykilin var at svara aftur

Heimasíðan hjá norska TV2 heldur fram at skriva um føroskan fótbólt, nú sjónvarpsrásin hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í føroyskum fótbólti.

Les samrøðuna við Gunnar Nielsen HER

Í samrøðu við Gunnar Nielsen verður spurt um tíðina í Premier League, har føroyski landsliðspælarin spældi við bæði Blackburn og Manchester City í tíðarskeiðnum 2008 til 2012. Millum annað verður spurt um allar spælararnar, sum Manchester City keypti.

Fleiri teirra eru tiltiknir fyri at hugsa um seg sjálvan. Millum annað Mario Balotelli, Carlos Tevez og Emmanuel Adebayor, sum allir á sín hátt hava havt eina litríka og umstrídda yrkisleið. Tað er tó ein annar spælari, sum Gunnar Nielsen hevur hug at nevna framum aðrar.

- Manchester City keypti stórt inn frá fleiri feløgum, men um eg skal nevna ein spælara, so er tað Craig Bellamy. Hann kundi verða ótrúliga ótolandi til tíðir. Hann kjaftaði upp og var altíð eftir okkum eykaspælarum. Eg byrjaði at svara honum aftur og fekk eg virðing frá honum, sigur Gunnar Nielsen.

Gunnar Nielsen fortelur eisini í greinini hvussu ein venjingarlega í USA, við Blackburn, var ein venjingarlega um dag og ein ballingartúrur um kvøldarnar. Hann fortelur eisini um lagnudagin, tá hann í dysti við eykaliðnum hjá Manchester City meiðslaði sær knæið so illa, at hann ikki kundi spæla í 18 mánaðir. Dagin fyri var fyrispurningur komin frá Southampton um at leiga hann.

Gunnar Nielsen spælir í dag við FH í Íslandi.