Gunnar Dahl Olsen: Torkil er okkara stóra vón (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr samrøðu við súkkluveteranin, Gunnar Dahl-Olsen sum eisini var við til oyggjaleikirnar í Gibraltar í 1995

Savnsmynd av Torkili Veyhe (Mynd: Eyðbjørn Jakobsen)

Savnsmynd av Torkili Veyhe (Mynd: Eyðbjørn Jakobsen)

##med2##

Hann var við á oyggjaleikunum í Gibraltar í 1995, og hann er framvegis við í hópinum, súkkluveteranurin, Gunnar Dahl-Olsen. Í 1995 var tað m.a. saman við Boga Kristiansen, at Gunnar Dahl-Olsen kappaðist í øllum hitanum í Gibraltar.

Nú eru liðfelagarnir hesir:

Torkil Veyhe

Dávur Magnussen

Gunnar Dahl-Olsen

Jákup Petur Eliasen

Helgi Winther Olsen

Gunnar Dahl-Olsen dylur ikki, at stóra heiðursmerkjavónin hjá Føroyum er Torkil Veyhe, ið súkklar á høgum støði alt súkklukappingarárið. Í Gotlandi vann Torkil Veyhe gull í einkultstartinum, silvur í býarkoyringini og bronsu í landavegskoyringini.

Vónirnar fyri liðkappingina eru ikki sørar, tí Dávur Magnussen sum eisini súkklar í bestu deildini í Danmark er væl fyri. 

Kvinnusíðan hesaferð er umboðað av Elsu Berg og Mariu Svabo Hansen. Gunnar Dahl-Olsen staðfestir, at tær hava enn ikki tær nógvu royndirnar, og tí verður ikki siktað so høgt hesaferð. Meiningin var, at Súsanna Skylv skuldi kappast, men av heilsuávum bar tað ikki til, og Súsanna Skylv fer tí til oyggjaleikirnar sum venjari hjá triathlon-liðnum.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Gunnar Dahl-Olsen í vikuni.

Savnsmynd av Torkili Veyhe (Mynd: Eyðbjørn Jakobsen)

(Samrøða við Gunnar Dahl-Olsen)