Gunnar gjørt langtíðar sáttmála við Víking

Gunnar Vatnhamar kemur at spæla sínar heimadystir í Sarpugerði komandi árini

Mynd: (Víkingur/Facebook) Gunnar Vatnhamar og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi

Mynd: (Víkingur/Facebook) Gunnar Vatnhamar og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi

Víkingur hevur kunngjørt, at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómsfelagið. 24 ára gamli miðvallarin hevur skrivað undir ein tvey og eitt hálvt ára sáttmála.

- Gunnar er uppvaksin í Víkingi og er ein týðandi leikari fyri felagið. Vit eru sera fegin um at Gunnar heldur fram í ljósabláu blusuni, skrivar Víkingur á Facebook.

##med2##

Gunnar Vatnhamar hevur seinnu árini verið ein týðandi partur av liðnum hjá Víkingi. Hann hevur spælt 119 dystir dystir í bestu deildini og skorað 19 mál. Hartil hevur hann spælt 35 dystir í føroyum og altjóða steypakappingum. Hann hevur eisini spælt tveir landsdystir fyri Føroyar. Báðir í Nations League.

Víkingur spælir í kvøld móti KÍ. FM1 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.15.

Mynd: (Víkingur/Facebook) Gunnar Vatnhamar og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi