Gunnar og FH møta slovakiskum liði á heimavølli

FH spælir heimadyst í Europa League undankappingini 27. august

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH møta Dunaj­ská Streda úr Slovakia á heimavølli í Europa League undankappingini

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH møta Dunaj­ská Streda úr Slovakia á heimavølli í Europa League undankappingini

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH fáa ikki tær best hugsandi fyrireikingarnar til Europa League undankappingina nú kappingin í Pepsideildini liggur still orsaka av Korona-ávum.

FH hevur trekt slovakiska liðið, Dunaj­ská Streda sum endaði á triðja plássi í slovakisku liguni. Lukkutíð trektu Gunnar Nielsen og liðfelagarnir heimavøll.

Tann eini dysturin móti Dunaj­ská Streda verður á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum hóskvøldið 27. august.

Millum 2004 og 2018 kappaðist FH hvørt ár í evropeiskum kappingum, so liðið hevur nógvir royndir í Evropa. 

Í 2017 vóru Gunnar Nielsen og liðfelagarnir á gáttini at sleppa í bólkaspælið í Europa League, men tá taptu teir tepurt 1-2 og 2-3 til portugisiska liðið, Braga. 

Hini íslendsku liðini fingu torfør lutakøst og endaðu á útivølli. Breiðablik møtir norska liðnum, Rosenborg, og Víkingur Reykjavík møtir Olimpija Ljubjana úr Slovenia. 

Øll tey íslendsku liðini spæla 27. august. Talan er um 1. umfar í undankappingini.

HB, NSÍ og B36 spæla í undanundankappingini 20. august. 

Trý undanumfør eru áðrenn Play Off dystirnar at sleppa í Europa League bólkaspælið, so vegurin er langur og drúgvur at vinna seg í bólkaspælið.

Í FH síggja teir, sambært Morgunblaðnum tað sum ein fyrimun, at talan er bara um ein dyst, tí tað er væl torførari fyri tað undirtippaða liðið at vinna seg víðari yvir tveir dystir, heima og úti. 

 

 

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH møta Dunaj­ská Streda úr Slovakia á heimavølli í Europa League undankappingini