Gunnar sigraði aftur

FH hevur fult stigatal eftir tvey umfør í íslendsku landskappingini

FH Hafnarfjørður vann í gjár 2-1 á fyrrverandi føroyingafelagnum, ÍA av Akranesi. Gunnar Nielsen hevur vunnið plássið millum stengurnar, og tað skuldi eitt brotsspark til, áðrenn akranesmenn fingu mál.

Vanliga er tað Steven Lennon, sum fer avstað við yvirskriftunum, men í gjár var Jónatan Ingi Jónsson dagsins spælari. Hann bæði málini hjá heimaliðnum. Stutt fyri tíð fekk ÍA brotsspark, sum Gunnar Nielsen einki fekk gjørt við, tí hann fór til skeiva síðu.

Julian Johnsson og Uni Arge hava fyrr spælt við ÍA. FH hevur nú saman við Stjarnuni og Breiðabliki fult stigatal eftir tvey umfør, meðan Valur við Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnusi Egilssyni á liðnum hevur trý stig.

1Stjarnan22006:26
2Breiðablik22004:06
3FH22005:36
4HK21015:33
5Valur21013:13
6ÍA21014:33
7KR21011:33
8Víkingur R.20201:12
9KA20111:31
10Fjölnir20112:51
11Fylkir20021:30
12Grótta20020:60