Gunnar: Sunt við kapping um plássini

FM1: Føroyski landsliðsmálverjin vísir á stríðið at sleppa á liðið hjá Spania

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Mynd: (Álvur Haraldsen)

##med4##

Tað verður Gunnar Nielsen, sum stendur í føroyska málinum, tá Føroyar í kvøld spæla EM-undankappingardyst móti Spania í Gijón. Hesar seinastu dystirnar hevur verið kapping um føroyska málmanspostin, men tað heldur Gunnar bara er gott.

- Tað er sunt fyri allar part, at tú skal kepa fyri tí. Hygg eftir bonkinum hjá Spania, har er eisini eitt málmansstríð. Um David De Gea kann sita á bonkinum, so er tað eisini í lagi at Føroyar hava eitt málmansstríð, og at sjálvt um eg havi spælt í nógv ár, so skal eg eisini stríðast fyri tí, sigur Gunnar Nielsen og leggur afturat:

- Eg komi frá eini keðiligari støðu, har eg bróti hondina og havi ikki spælt síðani. Tá er tað natúrligt, at teir vilja síggja mannin áðrenn. Teitur M. Gestsson og Kristian Joensen hava eisini gjørt tað gott. Tað er bara sunt fyri allar partar, at tú skal kempa fyri tí.  

##med2##

Føroysku spælararnir vóru vónbrotnir eftir dystin móti Svøríki, har vit taptu 4-0. Var mótstøðan hørð hóskvøldið, so verður hon enn harðari í kvøld.

- Vit vóru ótrúliga vónbrotnir eftir dystin móti Svøríki, men hetta er ein nýggjur dagur, ein nýggjur dystur og ein nýggjur møguleiki. Hetta er eitt fantastiskt lið við spæla ímóti á einum fantastiskum vølli. Tað verður trýst á í verjupartinum, men vit ætla at reisa okkum. Ikki bara fyri okkum sjálvar, men eisini fyri føroyska fólkið. Vit vilja vísa, at teir er meir í okkum og vit gleða okkum, sigur Gunnar Nielsen.

##med3##

Spanska landsliðið er tiltikið fyri at hava góðan bóltførleika. Tað er næstan líka mikið hvørjum teir spæla ímóti, so hava teir bóltin meiri enn mótstøðuliðið.

- Vit mugu hava tol. Tað verða løtur, har vit ikki koma at hava bóltin og tað er ókey. Vit vita at dysturin verður eftir teirra fortreytum. Tað mugu við góðtaka og trúgva upp á konseptið, sum vit hava, sigur Gunnar Nielsen.

Landsdysturin móti Spania verður í kvøld 19.45 í Gijón í norðurspania. FM1 sendir beinleiðis frá dystinum.

Mynd: (Álvur Haraldsen)

Mynd: (FSF)

FM1: Samrøða við FM1