Gunnvá hevur trekt seg og spælir ikki hálvfinalu í badminton

(OYL) Gunnvá Jacobsen fekk ein lítlan skaða í gjár og hevur haft fepur í nátt

Gunnvá Jacobsen fekk ein lítlan skaða í gjár og hevur haft fepur í nátt, og tí hevur hon trekt seg, og fer tíverri ikki at spæla hálvfinalu í einmansleiki í badminton. 

Tað verður vónað, at Gunnvá Jacobsen kann spæla í blandaðum tvímansleiki saman við Magnus Dal-Jacobsen seinni í dag. 

Gunnvá Jacobsen skuldi spæla hálvfinalu móti sterka estiska spælaranum, Getter Saar sum í finaluni møtir antin Jessicu Li av Oynni Man ella Rannvá Djurhuus Carlsson. 

Bartal Poulsen spælir í sínari hálvfinalu í einmansleiki móti Mark Constable úr Jersey.