H71 er eisini steypavinnari hjá monnum

Fylg steypafinaluni hjá monnum millum Kyndil og H71 beinleiðis her

Kyndil-H71 19-23 (Myndir niðast í  greinini)

Dómarar: Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe

Kyndil: (Málskjúttar) Bartal Klein Olsen 5, Anders Risdal 4, Hjalti M. Jacobsen 2, Kristoffur Bjørgvin 2, Rógvi Dahl Christiansen 2, Tróndur Wardum 2, John í Innistovu 1, Tummas Pauli Hanusarsson 1

 

H71: (Málskjúttar) Elias á Skipagøtu 5, Leivur Mortensen 5, Peter Krogh 4, Vilhelm Poulsen 3, Hilmar Leon Jakobsen 2, Pætur Thomsen 1, Rúni V. Højgaard 1, Pætur Mikkjalsson 1, Ári Dam 1,

Samanumtøka: H71 vann sannførandi í steypafinaluni hjá hjá monnum. Hoyvíkingar byrjaðu við at leggja seg á odda 5-1, men eftir ein steðg fekk Kyndil spælt seg inn aftur í dystin.

- Eg haldi at vit eru betri yvir alla linjuna í dag. Vit skuldu havt runnið frá Kyndli í fyrra hálvleiki. Vit hava fleiri stórar málmøguleikar og skulu kanska hyggja meiri eftir málverjanum, áðrenn vit skjóta, sigur Peter Krogh úr H71.

##med5##

Í seinna hálvleiki hava hoyvíkingar munin og eitt nú Elias á Skipagøtu kemur eisini ordiliga í gongd.. Hann bleiv eisini valdur til dagsins spælara og fekk eisini nøkur góð mál. Okkurt liðmál, men eisini okkurt einstaklinga avrik.

- Vit spæla illa í fyrra hálvleiki, tá mást tú royna at skjóta slík mál. Eg havi ikki hugsað um annað enn at spæla hondbólti, sigur Elias á Skipagøtu, sum hevur verið nógv umtalaður nú hann skiftur til svenskan hondbólt.

Tað endar við at H71 vinnur 23-19. Tað er serliga í verjustøðu, at hoyvíkingar vinna dystin heldur Høgni Klein, venjari hjá Kyndli.

- Teir eru harðir at spæla ímóti og verjan stendur væl. Beint nú eri eg vónbrotin, men eg haldi at vita geva okkum tað vit kunnu. Í dag eru hoyvíkingar bara betri, sigur venjarin hjá Kyndli.

Seinastu løtuna av dystinum er H71 á odda við trimum og fýra málum. Tí er spenningurin farin, tá seianstu minuttirnir koma. Tá alt kom til alt, so vann H71 sannførandi.

##med6##

Beinleiðis frásøgnin:

Liðugt! (19-23)  Tað er róligt og týdningarleyst á vøllinum áðrenn hallarhornið ýlur, og H71-fjepparar sleppa at fossa inn á vøllin at fagna mansliðnum fyri at gera kvinnunum kynstrið eftir og gerast steypavinnari 2020

58.min (18-22) H71 er sannførandi og fer at vinna steypakappingini hjá monnum, eins og kvinnurnar vunnu hjá kvinnum!

55.min (16-20) So er H71 á odda við fýra. Hoyvíkingar eru ikki at steðga í álopsstøðu og svara aftur, tá Kyndil roynir at minka. Tað líkist alsamt meiri einum tvífaldum steypasigri til H71.

48.min (15-18) Kyndil tekur time out. H71 hevur enn munin og er eitt fet frammanfyri. Leivur Mortensen er eisini í góðum formi á vonginum hjá H71.

45.min: (15-17) H71 hevur munin, men ikki meir enn at Kyndil kann svara aftur. Elias á Skipagøtu er í holt við at spæla eiina góða finalu, meðan Anders Risdal er týdningarmikil fyri Kyndil í løtuni.

31.min: (10-11) Seinni hálvleikur er farin í gongd. Tróndur Wardum byrjar við at javna fyri Kyndil. Hann brendi tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki. Síðani skoraði Elias á Skipagøtu, sum eisini hevði trupult við at fáa mál í fyrra hálvleiki.

##med2##

Hálvleikur: (9-10) Fyrri hálvleikur endar við einum framúr málið í part. Fyrst javnar John í Innistovu fyri Kyndil við lobbara frá høgra vongi. H71 fer í mótálop og Elias á Skipagøtu vísur hví svenska meistaraliðið hevur keypt unga hoyvíkingin. Hann smekkar bóltin í málhornið útifrá.
Hoyvíkingar tykjast hava lættari við at koma til málmøguleikar og Tórður Guttesen í málinum hjá Kyndli hevur stórbjargað minst tríggjar ferðir, men tað merkir eisini at H71 hevur fleiri málmøguleikar. Kyndil heldur tó fast og kemur eisini í góðar støður.

28.min: Time out! H71 tekur ein steðg við støðuni 8-9. Tórður Guttesen hevur enn eina ferð stórbjargað í málinum hjá Kyndli, men tað sigur eisini eitt sindur um mistøkini, ið Kyndil ger í álopsstøðu.

##med3##

23.min: Kyndil er komið fyri seg og er á odda 7-6. Teir fáa nú mál upp á møguleikarnar, men tað er serliga í verjuni at teir grønu útmerka seg. Tórður Guttesen hevur ein góðan.

12.min: Time out! Kyndil hevur einki annað val, eftir at hoyvíkingar koma á odda 5-1. H71 skorar lætt upp á síni álop, meðan teir hava ilt við at koma til møguleikar og gera mistøk í álopsstøðu.

10.min: Málverjarnir hava víst seg fram fyrstu løtuna. Ári Dam (H71) hevur bjargað brotskasti, meðan Tórður Guttesen (Kyndil) hevur bjargað tveimum kempi málmøguleikum. Bæði liðini hava fingið útvísingar.

##med4##

1.min: Tað er grønt og svart í høllini á Hálsi, har Kyndil og H71 møtast í steypafinaluni hjá monnum. Somu lið møttust í finaluni í 2018 og tá vann Kyndil. Dysturin er byrjaður. Dómarar eru Bárður Brimvík og Jógvan S. Nolsøe.

Upptakt:

- Eg vænti at H71 vinnur, men eg vænti at tað verður tættari enn tey flestu væntað, sigur Teitur Joensen, KÍF-leikari og ítrottarviðmerkjari. Teitur Joensen verður viðmerkjari á FM1 í frásøgnini av steypafinaluni hjá monnum ímillum H71 og Kyndil klokkan 16.00

##ms##