H71 er favorittur men tætt millum næstu fimm liðini (FM1)

(FM1) Sonni Larsen, landsliðsvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti og Pole Hansen vóru gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Sonni Larsen og Pole Hansen mannaðu Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin

Sonni Larsen og Pole Hansen mannaðu Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin

##med2##

Seinnu gestirnir hjá Sjúrði H. Hoydal í sendingini Hondbóltspanelið í SportBoxini á FM1 vóru landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti, Sonni Larsen og Pole Hansen, fyrrverandi venjari og spælari hjá StÍF.

Sjúrður og Sonni umrøddu fyrst manslandsliðið og gongdina og menningina hjá landsliðsspælarunum. Sonni gleðist um sterka U17 landsliðið sum avrikaði so væl, men minnir á, at tað má verða við einari forsvarligari og líðandi tilgongd, at ungu spælararnir verða slúsaðir inn í hópin.

Sjúrður, Pole og Sonni umrøddu Okkaradeildina saman. Semja er um, at H71 er favorittur til at endurvinna FM, men menn tora ikki at taka dagar millum Neistan, KÍF, Kyndil, StÍF og VÍF um hvørji trý lið av hesum fimm fara at vinna seg í FM-hálvfinalurnar saman við H71.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal hevði við Sonni Larsen og Pola Hansen. 

Sonni Larsen og Pole Hansen mannaðu Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin

(Hondbóltspanelið: Sonni Larsen og Pole Hansen)