H71 er um at køva Neistan

Hjá Neistanum hevur tað kostað nógv, at brotskøst í fleiri førum hava borið bæði mál og útvísingar við sær

Tær eru farnir at hvíla seg og leggja ráð, hvussu tað skal leggjast til rættis, nú seinni hálvleikur bíðar.

Støðan í steypafinaluni millum kvinnurnar hjá H71 og Neistanum er 12 - 9.

Neistin skoraði fyrsta málið, men tað vóru tær í H71, sum frá fyrsta bríksli vóru savnaðar meiri um uppgávuna, og tað eydnaðist teimum við góðari ferð og hugflogi at stýra spælinum og skora mál.

##ms##

Fyrstu løtuna var tað lítil tyngd og kraft í verjuspælinum hjá Neistanum, og tað bar við sær, at Maria H. Weihe, Maria Mortensen og Jana Mittún høvdu lætt við at spæla seg til stórar málmøguleikar og skora mál, og tað bar aftur við sær, at Neistin megnaði ikki at royna seg við skjótálopum.

H71 legði seg skjótt á odda 8 – 3, men so eydnaðist tað Neistanum at fáa fatur á verjuspælinum, og Marjun Danberg skoraði trý mál á rað, so støðan varð 8 – 6.

Tað eydnaðist tó ikki Neistanum av álvara at fáa spenning í aftur. H71 tiltuskaði sær fýra brotskøst í fyrra hálvleiki, sum Maria H. Weihe umsetti til mál. Í fleiri førum bóru brotskøstini við sær, at Neistin varð undirmannaður, og tað gekk sjálvandi útyvir bæði verju og álop.

Fyrstu løtuna eftir steðgin vera bæði liðini undirmannað. H71 í ein lítlan minutt og Neistin í meiri enn hálvanannan minutt.