H71-kvinnur tóku tepran sigur í Vestmanna

SMS-deildin: Marita Mortensen fekk 13 mál tá ið H71 vann við einum á VÍF

Marita Mortensen skoraði 13 mál fyri H71 - fimm av teimum frá støðuni 22-22 til 27-28

Marita Mortensen skoraði 13 mál fyri H71 - fimm av teimum frá støðuni 22-22 til 27-28

SMS-deildin: VÍF - H71 27-28

Bæði VÍF og H71 vunnu fyrsta dystin í SMS-deildini sunnudagin áðrenn liðini bæði hittust í Vestmanna í kvøld.

Dysturin skuldi vísa seg at vera bæði javnur og málríkur. H71 hevði alt fyri eitt hug at leggja seg á odda við einum og tveimum málum, men VÍF javnaði svaraði aftur ferð eftir ferð, serliga við Liljuni Müller í fyrra hálvleiki.

Marita Mortensen gekk undan við málskjótingini hjá H71 og syrgdi fyri at leikgongdin helt sær allan dystin.

Tað var lítið at ivast í at dysturin skuldi avgerast í seinastu løtunum og sov varð eisini.

H71 misnýtti møguleikar at økja upp í trý mál, meðan VÍF eisini misnýttu møguleikar at koppa dystinum til sín. Tá ið tveir minuttir vóru eftir tók VÍF enn einaferð eina tvey-máls aftur, men søgan endurtók seg.

Sofie Søberg og Marita Mortensen øktu aftur upp í 28-26, og hesaferð var ov lítil tíð hjá VÍF at svara aftur, hóast vestmenningar minkaðu um munin til endaliga úrslitið 28-27. Tí eftir hetta spældu hoyvíkingar tíðina lidna uttan at VÍF fekk fatur á honum, og sostatt liggur H71 fyribils á odda í SMS-deildini við fýra stigum fyri tveir dystir.

 

Marita Mortensen skoraði 13 mál og fimm av teimum seinastu seks fyri H71.

Agnas Olsen fekk sær 9 mál fyri VÍF. Liljan Müller fekk sær 7 mál - øll seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki.

Marita Mortensen skoraði 13 mál fyri H71 - fimm av teimum frá støðuni 22-22 til 27-28