H71-Maribor 25-24: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Ára Dam, Peter Krogh, Paula Mittún, Rúna V. Højgaard og Halgir Dahl Olesen, viðmerkjara seta orð á minniliga dystin

H71 skrivaði felagssøgu og føroyska hondbóltssøgu við at vinna 25-24 á Maribor úr Slovenia í fyrra Challenge Cup dystinum í høllini á Hálsi ígjár

H71 skrivaði felagssøgu og føroyska hondbóltssøgu við at vinna 25-24 á Maribor úr Slovenia í fyrra Challenge Cup dystinum í høllini á Hálsi ígjár

##med2##

H71 framdi eitt gott altjóða avrik ígjár við at vinna 25-24 á Maribor úr Slovenia í tí fyrra av tveimum Challenge Cup dystum. Hesin dysturin taldi sum heimadystur.

Seinni dysturin verður í høllini á Hálsi í Havn sunnukvøldið klokkan 19. Tekniskt hevur Maribor heimadyst tá. Vinnur Maribor 24-23 fer Maribor víðari við flest málum á útivølli. Vinnur Maribor 26-25, og tað er samlað javnt 50-50 fer H71 víðari við flest málum á útivølli. 

Við til søguna hoyrir, at H71 eitt skiftið var á odda 23-16, men tíverri megnaði H71 ikki at vinna ein størri sigur enn ein eittmálssigur, men tað skal ikki taka frá H71, at tað var vorðið sum bragd at vinna á einum liði úr einari sterkari hondbóltsstjóð sum Slovenia.

H71 – RK Maribor Branik 25-24 (11-12)

H71 málskjúttar: Peter Krogh 6, Vilhelm Poulsen 5, Pætur Mikkjalsson 5, Leivur Mortensen 3, Pauli Mittún 2, Hans Kári Hansen 1, Hilmar Leon Jakobsen 1, Rúni Vest Højgaard 1 og Pætur Thomsen 1.

Á hesari ljóðfíluni ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, hondbóltsserfrøðingurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá spennandi dystarendanum. H71-legendan, Halgir Dahl Olesen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Ára E. Dam.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Peter Krogh.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við 17 ára gamla Paula Mittún.

5) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rúna Vest Højgaard.

6) Hoyr Sjúrð H. Hoydal og Halgir Dahl Olesen taka saman góða avrikið hjá H71.

Menn eru glaðir fyri at vinna ein altjóða dyst, men iðranin er, at sigurin ikki gjørdist størri tá H71 eitt skiftið var á odda 23-16.

 

 

H71 skrivaði felagssøgu og føroyska hondbóltssøgu við at vinna 25-24 á Maribor úr Slovenia í fyrra Challenge Cup dystinum í høllini á Hálsi ígjár

(H71-Maribor 25-24: Dystarendin og samanumtøka, og fýra samrøður við spælarar hjá H71)