H71-Neistin 26-28 (14-11): Samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr 10 málsskjúttan hjá Neistanum, Høgna Zachariassen og Ára Dam, málverja hjá H71 seta orð á triðju FM-finaluna sum Neistin vann

Høgni Zachariassen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum, tá hann og liðfelagarnir vunnu triðju FM-finaluna 28-26 á H71

Høgni Zachariassen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum, tá hann og liðfelagarnir vunnu triðju FM-finaluna 28-26 á H71

Neistin er aftur í føraratroyggjuni í FM-finaluni í Okkaradeildini, og er á odda 2-1 í vunnum finalum aftaná 28-26 sigurin á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var H71 annars á odda 14-11, men ein framúr avrik hjá toppskjúttanum, Høgna Zachariassen sum meddaði 10 bóltar í H71-málið og ein perlurekkja við framúr bjargingum hjá Mikkjali Hansen í málinum vóru sera avgerandi.

 

Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við níggju málum, men neistamenn valdu at mansverja hann í seinna hálvleiki.

 

Liðini hittast aftur í høllini á Hálsi í Havn 2. páskadag klokkan 19. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr Sjúrð Hoydal siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður Hoydal gjørdi við 10 málsskjúttan hjá Neistanum, Høgna Zachariassen, ið stórfegnast um sigurin og undirstrikar, at avrikið í seinna hálvleiki var framúr.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður Hoydal gjørdi við málverjan hjá H71, Ára Dam sum iðrar seg um, at H71 ikki helt støðið í seinna hálvleiki.

4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin. Claus undirstrikar, at dysturin í kvøld er enn eitt dømi um, at nýggi FM-finaluleisturin er eitt plettskott.

 

 

 

Høgni Zachariassen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum, tá hann og liðfelagarnir vunnu triðju FM-finaluna 28-26 á H71