H71 økir - KÍF í kreppu

H71 hevur nú skapt veruliga fjarstøðu til kappingarneytarnar í Okkaradeildini, meðan KÍF fjarar burtur frá hálvfinalunum.

Pauli Mittún skoraði fýra ferðir í enn einum H71-sigri.

Pauli Mittún skoraði fýra ferðir í enn einum H71-sigri.

Okkaradeildin: H71 - KÍF 23-19 (11-11)

Tað mundi vera eitt hevndarhugað H71-lið, sum tók ímóti kreppurakta KÍF í Hoyvíkshøllini í dag.

Sí eisini

KÍF í kreppu bjóðar oddaliðnum av

KÍF er einasta liðið, sum hevur tikið stig frá H71 higartil hetta kappingarárið, og eina løtu í fyrra hálvleiki mundi vera møguleiki fyri at KÍF skuldi endurtaka bragdið.

Eftir at H71 var á odda 3-1 eftir lítlari løtu, legði KÍF seg á odda 5-4 og so skiftust liðini um leiðsluna til at H71 javnaði til 11-11 stutt áðrenn steðgin.

Avgerandi munurin var skaptur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.

H71 fiskaði bóltar og revsaði mistøk og brádliga var støðan 17-12 til H71 eftir 40 minuttir.

KÍF kom fyri seg í verjuni, og forðaði H71 at fáa fleiri mál næstu longu løtuna. Eftir 48 minuttir hevði KÍF minkað niður í 17-15, men nærri komu kollfirðingar ikki. Hoyvíkingar høvdu tað framvegis nakað trupult at skjóta mál, men tað var enn truplari hjá KÍF.

Úrslitið var ein sigur til H71 upp á 23-19. Eitt úrslit, sum merkir at H71 liggur fimm stig á odda í Okkaradeildini eftir tíggju dystir.

Sí eisini:

Nicklas harmast álopsspælið - Ári fegnast um verjuspælið (FM1)

 

H71 – KÍF 23-19
Okkaradeildin: 01/12/2019
Málskjúttar hjá H71
Peter Krogh7
Pætur Mikkjalsson5
Pauli Mittún4
Leivur Mortensen3
Rúni Vest Højgaard1
Vilhelm Poulsen1
Hans Kári Hansen1
Hilmar Leon Jakobsen1
Málskjúttar hjá KÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson7
Nicklas Selvig7
Hørður Fannar Sigþórsson3
Rani A. Højgaard2

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102902296118
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF102822661612
5KÍF1027026379
6Kyndil10257267-106
7Team Klaksvík10215324-1090

Pauli Mittún skoraði fýra ferðir í enn einum H71-sigri.