H71 økti í oddinum - VÍF vendi dystinum

H71 er trý stig á odda í Okkaradeildini eftir tepran sigur á Neistanum samstundis sum VÍF eisini basti StÍF tepurt

Savnsmynd. Hilmar Leon Jakobsen var avgerandi fyri at H71 ikki tveitti sigurin burtur ímóti Neistanum í dag

Savnsmynd. Hilmar Leon Jakobsen var avgerandi fyri at H71 ikki tveitti sigurin burtur ímóti Neistanum í dag

Okkaradeildin:

VÍF - StÍF 30-28

Neistin - H71 25-26

Les eisini: Oddasessurin upp á spæl í Okkaradeildini í dag

Hoyr samanumtøku frá FM1 við at trýsta HER

Í sera tøttu Okkaradeildini vóru bæði tey fremstu liðini á vøllinum í dag.

Á Hálsi tóktist H71 ikki at hava trupulleikar av Neistanum, ið rann aftaná allan fyrra hálvleik. Verjan hjá H71 stóð sera væl og revsaði eirindaleyst í skjótálopsbylgjunum, meðan Neistin hevði trupult við at raka málið. Serliga Rasmus Søby tóktist at leita eftir neyvleikanum, men hann skuldi koma í seinna hálvleiki, ið byrjaði við støðuni 17-11 til H71.

Fyrsta korterið av seinna hálvleiki ella so var ikki stórur spenningur um dystin, men kanska í tráð við at hoyvíkingar kendu seg tryggar, byrjaði neistaverjan og serliga Nicholas Satchwell at fáa betri fatur. Munurin minkaði so líðandi og Høllin á Hálsi vaknaði veruliga tá ið Neistin minkaði niður í 24-22. Rasmus Søby hevði nú fingið ferð á skotarmin, og fjáltur var nú á oddaliðnum, ið skifti Hilmar Leon Jakobsen inn í eini roynd at fáa hol aftur á málskjótingina.

Og tað eydnaðist. Skaðaplágaði bakkurin skeyt tvey týðandi langskot í málið og í triðju royndini hekk hann í leysum lofti og datt hart í gólvið. Rasmus Søby fekk beinleiðis reytt kort fyri at hava fírt skjúttanum og tað mundi vera avgerandi fyri at Neistin ikki fekk fleiri mál í dystinum. Støðan var tá 26-25 og tað gjørdist eisini dystarúrslitið.

Við níggju sekundum eftir vildi H71 eftir time-out spæla tíðina út. Hetta vildi Neistin ikki, og lótu unga vinstra vongin, Baldur Gillason, ið skoraði trý mál í dag, koma til frían møguleika. Neistaætlanin mundi eydnast. Nicholas Satchwell bjargaði møguleikanum, men hevði bert fýra sekund at fáa fatur á bóltinum og fram í skotstøðu. Bólturin endaði eisini frammi hjá fría Tróndi Mikkelsen, men hann mátti hoyra dystin enda áðrenn hann fekk avgreitt skotið hjá sær.

Sostatt slapp H71 við skrekkinum, og kundi samstundis fegnast um, at StÍF tapti í Vestmanna.

StÍF byrjaði annars dystin sera væl, og var á odda 11-6 áðrenn serliga Mladen Mjerimacka gjørdi sítt til at fáa VÍF inn aftur í dystin. Støðan gjørdist 12-12 og í steðginum var VÍF á odda 14-13.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á og StÍF hevði møguleikan at leggja seg á odda við tveimum minuttum eftir, men brendi brotskast. VÍF revsaði og Andrias Eriksen kundi at enda avgera dystin til 30-28 til VÍF, ið nú er eittans stig aftanfyri StÍF.

Savnsmynd. Hilmar Leon Jakobsen var avgerandi fyri at H71 ikki tveitti sigurin burtur ímóti Neistanum í dag