H71 og U18-genturnar vunnu seg í finaluna

H71-kvinnur og menn spæla leygardagin finalu ímóti U18-landsliðnum og úrvalsliðnum.

Savnsmynd. Vilhelm Poulsen og H71-menn hava spælt seg í finaluna í summarkappingini. Tað verður fyrbils seinasti dystur í Føroyum hjá Vilhelmi og øðrum leikarum, ið fara at royna seg uttanlands komandi kappingarár

Savnsmynd. Vilhelm Poulsen og H71-menn hava spælt seg í finaluna í summarkappingini. Tað verður fyrbils seinasti dystur í Føroyum hjá Vilhelmi og øðrum leikarum, ið fara at royna seg uttanlands komandi kappingarár

Í kvøld vóru dystir um finaluplássini í summarkappingini hjá Hondbóltssambandi Føroya spældir, og nú er greitt, at finalurnar vera ímillum H71 og U18-landsliðið hjá kvinnum, og ímillum H71 og úrvalsliðið hjá monnum.

Kvinnurnar spæla finalu leygardagin klokkan 14.00 og menninir spæla leygardagin klokkan 16.00. Finalurnar vera í Høllini á Hálsi

Kvøldsins úrslit gjørdust hesi:

SMS summarkappingin, kvinnur

H71 - U16-landsliðið 25-23

Neistin - U18-landsliðið 17-22

Okkara summarkappingin, menn

KÍF - Úrvalsliðið 20-27

Neistin - U18-landsliðið 24-25

H71 - VÍF 33-25

Sí eisini: Stríðast um finaluplássini í kvøld

Hjá kvinnum eydnaðist tað H71 og U18-landsliðnum at vinna sínar dystar.

H71 vann á U16-landsliðnum í einum dysti, har U16-landsliðið seinastu tíggju minuttirnar minkaðu um munin úr 24-17 til 24-22, áðrenn H71-kvinnurnar fingu avgjørt dystin, ið endaði 25-23.

Tær hitta U18-landsliðnum í finaluni leygardagin.

U18-kvinnurnar vunnu á Neistanum í einum dysti, har landsliðið økti úr hálvleiksstøðuni 8-8 upp í 13-8 fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Neistanum eydnaðist at minka um munin niður í 19-17, áðrenn U18-landsliðið økti upp í endaligu støðuna 22-17.

Hjá monnum var spurningurin hvør skuldi gerast mótstøðuliðið hjá úrvalsliðnum í finaluni leygardagin. Tann spurningurin skuldi svarast ímillum H71 og VÍF. H71 vann tann dystin 33-25 uttan stórvegis spenning.

Samstundis vann úrvalsliðið sín triðja dyst av trimum við 27-20 á KÍF, og eru stórfavorittar í finaluni leygardagin. Úrvalsliðið er mannað av nøkrum av sterkastu útisetunum í manshondbólti, og hava eisini lættliga bast bæði Neistanum og U18-landsliðnum.

Júst Neistin og U18-landsliðið hittust eisini í kvøld í einum hugtakandi dysti, har tað eydnaðist teimum 18 ára gomlu at vinna 25-24.

Á U18-landsliðnum var tað serliga áhugavert, at sterkastu álopini komu frá Róa Ellefsen á Skipagøtu, ið er eitt ár yngri enn flestu av viðleikarunum, og so upp aftur yngra Óla Mittún, sum er trý ár yngri enn teir flestu. Lyklaleikararnir, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún spæla ikki við í hesi kappingini, men kundu so síggja yngru brøðurnar taka høvuðsleiklutin. Rói skoraði sjey mál og Óli seks mál í 25-24 sigrinum.

 

 

Savnsmynd. Vilhelm Poulsen og H71-menn hava spælt seg í finaluna í summarkappingini. Tað verður fyrbils seinasti dystur í Føroyum hjá Vilhelmi og øðrum leikarum, ið fara at royna seg uttanlands komandi kappingarár