H71 uttan Anniku tekur ímóti VB í dag

Ein dystur er á skránni í SMS-deildini í dag

VB hevur trupla uppgávu ímóti Maritu Mortensen og H71 í dag

VB hevur trupla uppgávu ímóti Maritu Mortensen og H71 í dag

SMS-deildin:

Klokkan 14.00 H71 - VB, Hoyvíkshøllin

Tað er toppur ímóti botni í SMS-deildini í dag, tá ið VB vitjar H71 í Hoyvíkshøllini klokkan 14.00

VB hevur framvegis ikki fingið stig enn, eftir at felagið vendi aftur í SMS-deildina hetta kappingarárið. Samstundis kappast H71 um fremstu plássini í deildini, og ætlar sær avgjørt ikki at lata VB fremja skelkin í dag.

VB kann kanska síggja ein møguleika í, at landsliðsmálverjin hjá H71, Annika Fríðheim Petersen, situr sítt leikbann í dag, eftir at hon fekk bláa kortið ímóti Kyndli fyri tveimum vikum síðani.

Sí eisini:

Reytt kort og drama á Hálsi: Kyndil tók seks mál aftur og vann í evstu løtu

Annika fær leikbann

Hetta er aðru ferð, at H71 og VB dystast hetta kappingarárið.

Innanhýsis dystir

H71 – VB 33-25
SMS-deildin: 16/10/2019
Málskjúttar hjá H71
Karin Holm Simonsen8
Maria Halsdóttir Weyhe7
Durita Toftum Joensen4
Marita Mortensen4
Guðrið á Borg3
Eva Barba Arge2
Elisabeth Holm Simonsen2
Silja Sámalsdóttir1
Karina Eysturtún Rubeksen1
Sunniva Bogadóttir1
Málskjúttar hjá VB
Slobodanka Bandobranski9
Dajana Komenda6
Barbara K. Hjelm4
Sofía A. Schrøter2
Torgerð D. Suðuroy1
Bára K. Mortensen1
Vár Brattalíð1
Durita K. Hjelm1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil102721957716
2VÍF102802196116
3Neistin102472192812
4H7192362102612
5Stjørnan10250273-238
6StÍF10214300-864
7VB9190273-830

VB hevur trupla uppgávu ímóti Maritu Mortensen og H71 í dag