H71 vann aftur á VÍF

H71 reisti seg ímóti oddaliðnum við greiðum sigri

Marita Mortensen skoraði átta ferðir, tá ið H71 kom aftur á slóðina í SMS-deildini við sigri á VÍF

Marita Mortensen skoraði átta ferðir, tá ið H71 kom aftur á slóðina í SMS-deildini við sigri á VÍF

SMS-Deildin: H71 - VÍF 27-22

Oddaliðið, VÍF, vitjaði H71 í SMS-deildini í kvøld.

Liðini møttu við hvørjum sínum huglagi, tí H71 hevði fingið vána úrslit seinastu tvær vikurnar.

VÍF hevði hinvegin fingið alsamt betri úrslit síðani einasta ósigur kappingarársins - ímóti júst H71.

Sí eisini:

VÍF og Stjørnan vilja hevna seg í kvøld

Og H71 skuldi aftur vísa seg at hava takið á vestmannakvinnum í kvøld.

Marita Mortensen var í stórformi í H71-álopinum, meðan Annika Fríðheim Petersen bjargaði í heilum og úr øllum støðum.

Eftir lítlari løtu var H71 frammanfyri 5-2 og tað gjørdist lítið frægari fyri vestmennakvinnur.

Við hálvleikssteðgin var H71 á odda 14-8, men okkurt bendi á, at VÍF hevði fingið fatur á rætta spælið, tí VÍF minkaði niður í 14-11 áðrenn H71 svaraði aftur.

Og nærri kom VÍF í roynd og veru ongantíð. Dystarmyndin fór aftur at líkjast henni í fyrra hálvleiki, munurin vaks upp í eini átta mál og endin var ein greiður sigur til H71 við úrslitinum 27-22.

H71 – VÍF 27-22 (14-8)
SMS-deildin, 13/11/2019
Málskjúttar H71
Marita Mortensen8
Maria Halsdóttir Weyhe6
Durita Toftum Joensen5
Elisabeth Holm Simonsen4
Sofie Søberg Larsen3
Eva Barba Arge1
Málskjúttar VÍF
Durita C. Jojic6
Liljan Müller4
Ingibjørg Olsen4
Lise Marie Evensen3
Agnas Olsen3
Lív Ingdórsdóttir1
Heidi Maria Akselsen1

Støðan í SMS-deildini eftir dystirnar í kvøld

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92491985114
2H7182121852712
3Kyndil71841255910
4Neistin81961682810
5Stjørnan9225240-158
6StÍF9193270-774
7VB8169242-730

 

 

Marita Mortensen skoraði átta ferðir, tá ið H71 kom aftur á slóðina í SMS-deildini við sigri á VÍF