H71 vann Evropadystin - men tað kundi verið enn betri

H71 hevur júst vunnið 25-24 á Maribor Branik í Evropa Cup - Men hoyvíkingar kundu ynskt sær størri leiðslu

H71-fjepparar vóru ovurfegnir um Evropasigurin í kvøld, men leikararnir iðraðu seg um at leiðslan ikki er størri til næsta dystin

H71-fjepparar vóru ovurfegnir um Evropasigurin í kvøld, men leikararnir iðraðu seg um at leiðslan ikki er størri til næsta dystin

EHF Challenge Cup:

H71 - RK Maribor Branik 25-24 (11-12)

Samrøður og samanumtøka av frásøgnini hjá FM1 kemur á in.fo seinni

Slovenska Maribor Branik vitjaði H71 í Høllini á Hálsi í kvøld, og tað gjørdist ein føroyskur sigur ímóti Maribor Branik, ið endaði nummar fýra í slovensku deildini farna kappingarár.

Veddingarfyritøkurnar góvu ikki H71 stóran møguleika, men H71 vísti alt fyri eitt at liðið í øllum førum fekk hildið slovenum í verjuni, ið tveitt nógvar bóltar burtur.

Í álopinum gekk heldur striltið hjá Føroyameistarunum, ið kortini megnaðu at minka um munin niður í eitt mál við hálvleiksstegðin.

Í seinna hálvleiki komu hoyvíkingar við fullari ferð. Verjan vann bóltar, Ári Dam forðaði fyrili øllum skotum, og so runnu hoyvíkingar støðuna upp í 23-16 til sín við einum korterið eftir at leika.

Tá skifti Maribor verjuskap og málverja, og tað gav úrslit. H71 fekk ikki bóltarnar í málið, og Maribor vendi dystinum. Hørður Trygvason helt munin á tveimum við brotskastsbjarging í seinastu minuttum, og  Pætur Mikkjalsson økti upp í 25-23 við hálvum minutti eftir. Slovenar fingu baksað bóltin inn á strikuna í seinastu sekundunum og minkað um munin til endaliga úrslitið 25-24.

Tað snýr seg um at vinna savnaða úrslitið eftir tveir dystir, og eftir dystin søgdu H71-leikarar við FM1 at teir vóru ikki nøgdir við at úrslitið gjørdist so tepurt.

H71 og Maribor spæla aftur sunnukvøldið klokkan 19.00. Tá hevur H71 ráð at tapa við einum málið so leingi at hoyvíkingar fáa minst 24 mál.

Hagtøl frá dystinum verða løgd á in.fo seinni í kvøld. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við seks málum. Pætur Mikkjalsson og Vilhelm Poulsen skutu fimm í part.

FM1 sigur aftur beinleiðis frá dystinum sunnukvøldið

 

 

H71-fjepparar vóru ovurfegnir um Evropasigurin í kvøld, men leikararnir iðraðu seg um at leiðslan ikki er størri til næsta dystin