H71 vann toppdystin

Tað leikaði javnt á, men í øðrum hálvleiki gjørdist ov trupult hjá VÍF at skjóta mál

Savnsmynd. Leivur Mortensen og H71 vunnu eftir gott verjuavrik

Savnsmynd. Leivur Mortensen og H71 vunnu eftir gott verjuavrik

Okkaradeildin: H71-VÍF 26-19 (11-11)

Tað var toppdystur á skránni í Hoyvíkshøllini í kvøld, og fyrri hálvleikur livdi væl og virðiliga upp til heitið, tá ið H71 og VÍF brustu saman.

VÍF byrjaði best, og serliga við fleiri stórbjargingum frá Mladeni Mjerimacka, fekk VÍF eina leiðslu upp á trý mál í eina løtu.

Men Hørður Trygvason í H71-málinum spældi eisini við, og gjørdi at talan var um ein fyrra hálvleik, har bæði liðini kravdu flott mál fyri at skora.

H71 vann munin aftur, og fekk eisini leiðsluna stutt fyri hálvleik. Alt bendi á, at hálvleiksstøðan fór at vera 11-10 til H71, men møguleiki var fyri at Filip Jojic kundi skjóta sítt sætta mál við beinleiðis fríkasti úr vinstru.

Stórskjúttin toygdi kroppin til høgru, og fekk sent eitt skot avstað framvið múrin og í stongina og inn. 11-11 í hálvleikinum.

Dystarmyndin var nakað tað sama í seinna hálvleiki. Verjurnar og málverjarnir settu dám á dystin, men tað var truplari hjá VÍF at fáa hol á málskjótingina. So við og við øktist leiðslan hjá H71, og hóast góðar møguleikar eydnaðist tað ikki VÍF at minka um munin. Endin var at H71 vann dystin 26-19 og setti enn eina striku undir favorittleiklutin hjá sær í Okkaradeildini.

Málskjúttar:

H71 – VÍF 26-19
Okkaradeildin: 27/11/2019
Málskjúttar H71
Vilhelm Poulsen5
Pætur Thomsen4
Elias Ellefsen á Skipagøtu4
Hilmar Leon Jakobsen3
Rúni Vest Højgaard2
Leivur Mortensen2
Pauli Mittún2
Pætur Mikkjalsson2
Peter Krogh2
Málskjúttar VÍF
Filip Jojic8
Hallur Arason4
Sjúrður Olsen2
Jóhann í Garðastovu2
Magnus Müller1
Jákup Andreas Joensen1
Andrias Eriksen1

Støðan í Okkaradeildini:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7192672105716
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF102822661612
5KÍF9251240119
6Kyndil9229252-234
7Team Klaksvík9200296-960

Savnsmynd. Leivur Mortensen og H71 vunnu eftir gott verjuavrik