H71-VÍF 26-19: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Vilhelm Poulsen hjá H71 og Andrias Eriksen hjá VÍF seta orð á 26-19 sigurin hjá H71 á VÍF í Hoyvíkshøllini

H71 hevur gott tak á hinum liðunum í Okkaradeildini

H71 hevur gott tak á hinum liðunum í Okkaradeildini

##med2##

H71 er einsamalt oddalið, og hevur trygga kós móti FM-hálvfinalunum í Okkaradeildini.

Í kvøld vann H71 at enda greitt 26-19 á VÍF, ið tó var væl við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11.

H71-VÍF 26-19 (11-11)

H71: Vilhelm Poulsen 5, Elias E. á Skipagøtu 4, Pætur Thomsen 4, Hilmar Leon Jakobsen 3, Pætur Mikkjalsson 2, Rúni V. Højgaard 2, Leivur Mortensen 2, Pauli Mittún 2, Peter Krogh 2.

VÍF: Filip Jojic 8, Hallur Arason 4, Jóhan í Garðastovu 2, Sjúrður Olsen 2, Magnus Müller 1, Jákup Andrias Joensen 1 og Andrias Eriksen 1.

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil 28-15 á Team Klaksvík. Í steðginum var Kyndil á odda 15-7.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá ótrúliga fríkastsmálinum hjá Filip Jojic, tá Filip í seinasta sekundinum av fyrra hálvleiki javnaði til 11-11.

2) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá tí seinastu løtuni av dystinum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Vilhelm Poulsen sum staðfestir, at breiddin hjá H71 við fleiri málskjúttum aftur kom til góðar.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF, ið heldur, at við støðuna 21-17 hevði VÍF møguleikan at vinna seg innaftur í dystin, men teir tóku tíverri ikki av. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7192672105716
 STÍF10285276913
 NEISTIN102692432612
 VÍF102822661612
 KÍF9251240119
 KYNDIL10257267-106
 TEAM KLAKSVÍK10215324-1090

 

 

 

 

H71 hevur gott tak á hinum liðunum í Okkaradeildini

(Samrøður: Vilhelm Poulsen og Andrias Eriksen)