H71 vitjar á Skála í dag

StÍF tekur ímóti H71 í bæði SMS- og Okkaradeildini í dag

Pætur Johansen og StÍF eru undirtippaðir ímóti H71 - Tað eru kvinnurnar eisini

Pætur Johansen og StÍF eru undirtippaðir ímóti H71 - Tað eru kvinnurnar eisini

SMS-deildin:

Klokkan 14.00: StÍF - H71, Ítrottarhøllin á Skála

Okkaradeildin:

Klokkan 16.00: StÍF - H71, Ítrottarhøllin á Skála

H71 er favorittur í báðum dystunum á Skála í dag.

Hjá kvinnum vil H71 sera fegið hava bæði stigini við sær heim og halda seg frammanfyri Neistan, sum spælir í Klaksvík í dag.

Seinast StÍF og H71 spældi var í Hoyvík fyri tveimum mánaðum síðani. Tá vann H71 greiðan sigur, og gongdin síðani bendir á, at endurtekur hetta kynstrið í dag.

Hjá monnunum vann H71 eisini greiðan sigur ímóti StÍF tíðliga á kappingarárinum, og H71 er eisini favorittur ímóti StÍF, sum spælir fyri at halda fast í stríðnum um tey fremstu plássini.

StÍF kann eisini finna sær megi í, at ongin er farin heim av Skála við báðum stigunum í ár - og at lyklaleikarin, Pætur Johansen, er við aftur eftir at hann hevur verið burturstaddur.

H71 kann ugga seg við, at liðið bert hevur tapt ein dyst alt árið.

Innanhýsis dystir

 

H71 – StÍF 36-25
SMS-deildin: 13/10/2019
Málskjúttar hjá H71
Maria Halsdóttir Weyhe9
Marita Mortensen9
Durita Toftum Joensen5
Guðrið á Borg3
Karina Eysturtún Rubeksen2
Lív Bentsdóttir Zachariasen2
Karin Holm Simonsen1
Silja Sámalsdóttir1
Eva Barba Arge1
Elisabeth Holm Simonsen1
Bára Hansen1
Bjørk Brimnes1
Málskjúttar hjá StÍF
Haruka Gima9
Yuika Kurimoto6
Erla J. Petersen5
Vár D. Poulsen2
Ingibjørg Kass1
Kristina B. Mikkelsen1
Paula Berg Høgnesen1

 

H71 – StÍF 31-17
Okkaradeildin: 25/09/19
Málskjúttar hjá H71
Peter Krogh11
Pauli Mittún5
Vilhelm Poulsen5
Rúni Vest Højgaard3
Pætur Thomsen2
Pætur Mikkjalsson2
Leivur Mortensen1
Sigmundur Dahl1
Bogi Hansen1
Málskjúttar hjá StÍF
Sveinur Justinussen6
Pætur Johansen3
Jóannes Prestá3
Ivan Mrdalo2
Steinar A. Prestá1
Mads Lindkvist1
Martin Danielsen1

Støðan í SMS-deildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil113002118918
2VÍF113052416418
3H71102782334514
4Neistin112692442512
5Stjørnan10250273-238
6StÍF10214300-864
7VB11229343-1140

Støðan í Okkaradeildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102902296118
2Neistin112992673214
3StÍF10285276913
4VÍF113062961012
5KÍF1129528969
6Kyndil11283292-98
7Team Klaksvík10215324-1090

Pætur Johansen og StÍF eru undirtippaðir ímóti H71 - Tað eru kvinnurnar eisini