Håkan Ericson: - Vit mugu verja longur frammi

FM1: Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at føroyska liðið má verja longur frammi á vøllinum. Tað krevur tilvenjing

##med2##

Tað eru nýggar tíðir á føroyska A-landsliðnum undir Håkani Ericson, sum eisini hevur stórt toymið rundan um seg. Hann hevur øðrvísi tankar til verjuspæl, enn tað vit kanska vanliga seta í samband við føroyskt verjuspæl á landsliðnum.

- Eitt, sum eg legði merki til við føroyska landsliðnum, er at verjan oftani stendur langt afturi á vøllinum. Tað ger, at miðvallararnir mugu renna nógvar metrar, fyri at fylgja sínum monnum. Vit mugu verja 10 til 15 metrar longur frammi á vøllinum, sigur Håkan Ericson.

Hann er greiður yvir, at slíkt krevur tíð og at tað ikki riggaði serliga væl móti Danmark. Hann er tó fegin um at tann parturin var góður móti Lettlandi í gjár. Her kemur ein frágreiðing frá landsliðsvenjarnum sjálvum, um hvussu hann ynskir at føroyska liðið skal verja.

- Vit skulu vera í javnvág í verjustøðu, men ein lykil í verjuspælinum hjá okkum er hvussu langt frammi vit verja. Tá eg greinaði føroyska landsliðið kom eg fram til, at verjuspælið má flytast einar 10 til 15 metrar longur fram á vøllin, fyri at trýstið í og rundanum brotsteigin ikki skal verða so stórt, og fyri at mótstøðuliðið ikki skal sleppa til innlegg, forklárar landsliðsvenjarin og leggur afturat:

 ##med3##

- Vit arbeiða eisini við einum øðrvísi spælistíli fyri miðverjarnar. Vit ynskja ikki, at miðverjarnir fara fram í trýst mitt fyri, men teir skulu hava gott samband við bakkarnar og halda eina høga linju, so tað ikki verður nógv pláss at spæla í. Tað gjørdu vit ikki væl móti Danmark, men tað hava vit roynt at rætt nú, sigur Håkan Ericson og vísur millum annað til Sonna Ragnar Nattestad.

- Sum einstaklingur er Sonni Ragnar Nattestad heilt einastandi, men nú skulu vit hava tað at rigga sum ein eind í teimum førunum, sum eg havi nevnt. Sum eg havi skilt tað, so er Sonni Ragnar Nattestad skúlaður við, at hann sum skjótast skal bakkin inn í egnan brotsteig at verja. Tað er har vit arbeiða við, at fáa hann at liggja eitt øðrvísi, so hann klárar at steðga avleveringunum millum miðverja og bakk. Hann spældi væl í gjár, sigur landsliðsvenjarin, ið eisini veit at hetta kann taka tíð, men sær framgongd.

 ##med4##

- Nú hómi eg, at hópurin og liðið skilur hvussu eg ynski at liðið skal spæla. Eydnast tað, so vænti eg at spara miðvøllin fyri nógvar renningar, at vit kunnu vinna bóltin longur frammi á vøllinum og harvið kunnu vit vónandi koma til fleiri málmøguleikar í framtíðini, sigur Håkan Ericson og leggur afturat: 

- Hetta er nakað, sum kann taka upp til tvey ár. Tað hevði verið øðrvísi, um vit høvdu verið verið á tveimum venjingarlegum, sum vóru ætlaðar í mars og juni, har vit skuldu møta einum ella tveimum góðum mótstøðuliðnum. Nú hava vit eina venjing millum dystirnar, og tað er langt millum samlingarnar. Í landsliðsfótbólti eru tað ikki so nógvr venjingar upp á tvey ár, sigur landsliðsvenjarin.

 ##med5##

Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##

FM1: Samrøða við Håkan Ericson