Håkan: Hetta er hugvekjandi við Andorra

Landsliðsvenjarin er glaður fyri Lavamannin, og skal nú tingast við Jóan Símun og Arminia Bielefeld

##med2##

Føroyar skal týskvøldið takast við Andorra á Tórsvølli í 4. umfari í Nations League kappingini. Føroyar eru á odda við sjey stigum, meðan Lettland er á øðrum plássi við trimum stigum. Síðani koma Malta og Andorra við tveimum stigum.

Hóast Andorra ongan dyst hevur vunnið og er styrkismett sum veikasta liðið í bólkinum, so heldur landsliðsvenjarin, at tað er hugvekjandi hvussu torført mótstøðuliðini hava við at skapa málmøguleikar móti Andorra.

- Andorra er kanska veikasta liðið á pappírinum, men samstundis, so eru teir kanska tað torførasta liðið at skapa málmøguleikar ímóti. Tað er áhugavert at síggja statistikki hjá liðnum, sum er javnt góð við okkum móti Andorra, men tað er eisini hugvekjandi, at síggja hvussu fáar málmøguleikar sterkari lond enn vit klára at skapa móti teimum, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat:

- Teir eru góðir til at tetta allar møguleikar rundanum brotsteigin, arbeiða hart og duga at fáa tíðina at ganga. Tað er torført at skapa málmøguleikar móti teimum, og vit skulu hugsa í fleiri ætlanum. Tað verða nakrar justeringar til dystin móti Andorra, sigur Håkan Ericson.

##med3##

Eitt boð til at loysa verjuna hjá Andorra upp, er okkara Bundesliga spælari, Jóan Símun Edmundsson. Hann er avbera væl fyri tekniskt og hevur eginleikar sum fáur, men drúgvur knæskaði ger, at hann ikki spælir allan dystin.

- Vit fara at taka eitt prát um tað. Semjan er, at hann í mesta lagi skal spæla um 30 minuttir til ein hálvleik í hvørjum dysti. Nú fara vit at tosa við Jóan Símun um støðuna, og vit hava eisini samband við Arminia Bielefeld, sigur Håkan Ericson.

Ein spælari, sum hevur gjørt nógv um seg undir Håkan Ericson, er Andreas Lava Olsen. Til fyrstu landsliðsúttøkuna segði landsliðsvenjarin, at leirvíkingur við sermerkta spælistílinum var ætlaður sum innskiftari. Hesa ferð er hann byrjaður báðar dystirnar.

##med4## 

- Nú veit eg ikki, um eg segði at hann skuldi spæla akkurát 15 minuttir, men vit tosaðu um at hann var ein spælari, sum skuldi skiftast inn. Hann hevur prógvað í seinastuni at hann klárar at spæla frá byrjan, og hann klárar seg væl. Lava er dugnaligur og tykist skilja hvat vit vilja við honum í spælinum. Eg haldi vit hava fingið ein kappingarføran spælara, og hann hevur spælt tveir góðkendar dystir, sigur Håkan Ericson.

Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.

##ms##

FM1: Samrøða við Håkan Ericson