Håkan: Vit skulu prógva okkara virði

Her kanst tú lesa samrøðu við Håkan Ericson og síggja myndir frá venjingini í kvøld

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Eftir at hava verið á flogi í góðan hálvantriðja tíma, úr Wien í Eysurríki til Glasgow, vandi A-landsliðið við monnum seinnapartin týsdagin á Hampden Park, har HM-undankappingardysturin móti Skotlandi verður mikukvøldið klokkan 19:45, skrivar Fótbóltssambandið.

Myndir: Fótbóltssambandið/Hans Erik Danielsen

Dagin fyri sjálvan dystin hevur útiliðið rætt til at venja í ein tíma á vøllinum, har dysturin skal spælast. Og áðrenn venjingina er tíðindafundur eisini altíð á skránni, og har segði Håkan Ericson millum annað, at hann hevur stóra virðing fyri skotska landsliðnum, sum í løtuni er rættuliga gott.

Men føroyski landsliðsvenjarin legði samstundis afturat, at skotar skulu ikki vænta sær nakað forerandi, og at føroyska liðið er komið til Glasgow fyri at prógva sítt virði, og málið er heilt greitt at fáa okkurt heim aftur við.

– Tað búgva bara áleið 50.000 fólk í Føroyum, so vit verða nærum altíð mettir sum tað veikara liðið. Men vit hava ikki tapt í seinastu sjey kappingardystunum, og hvørjar ferð hava vit megna at skora.

##med2## 

– So tað er eingin ivi um, at Føroyar hava eitt gott landslið, við nógvum góðum spælarum, ið allir hava nógvar góðar eginleikar. Í fótbólti er alt møguligt, og tað er tí møguleikanum vit fara eftir, segði Håkan Ericson millum annað á tíðindafundinum.

Skotsku fjølmiðlarnir vístu eisini stóran áhuga fyri liðskiparanum, Halli Hansson, ið eisini luttók á tíðindafundinum, og sum fyri umleið 10 árum síðan spældi ungdómsfótbólt í Skotlandi.

##med3## 

– Eg eri spentur til dystin, sum uttan iva verður enn ein stór avbjóðing. Seinastu dagarnar hava vit arbeitt nógv við tí mentala, tí vit eru greiðir yvir, at hetta verður strævið. Men vit eru klárir, og vónandi kunnu vit fáa eitt so mikið gott úrslit, at vit gera allar føroyingar ernar av landsliðnum.

Eins og Føroyar hevur Skotland spælt tveir dystir í undankappingini higartil. Og í báðum føri er endað við javnleiki. Í fyrsta dystinum gjørdist úrslitið 2-2 á heimavølli móti Eysturríki, og síðan 1-1 á útivølli móti Ísrael.

##med4## 

Landsdysturin mikukvøldið verður tann tíggjundi altjóða landsdysturin millum Skotland og Føroyar. Skotar hava vunnið 7, meðan tveir eru endaðir við javnleiki.

##ms##

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)