Haaland-høgg basti PSG

Erling Braut Haaland skoraði tvær ferðir, tá ið Borussia Dortmund vann á PSG á heimavølli - serliga avgerandi málið var ein perla

Nýggjasta norska stjørnan, Erling Braut Haaland, lýsti sterkari enn Neymar og PSG-stjørnurnar í kvøld

Nýggjasta norska stjørnan, Erling Braut Haaland, lýsti sterkari enn Neymar og PSG-stjørnurnar í kvøld

Champions League 1/8-finalur

Dortmund - PSG 2-1

1-0 Haaland - 66 min

1-1 Neymar - 75 min

2-1 E. Haaland 77 min

Í einum lívligum dysti stjól ungi norski úrmælingurin, Erling Braut Haaland aftur yvirskriftirnar.

Eftir at hann skifti til Dortmund eftir nýggjár skuldi Haaland í dag spæla sín fyrsta Champions League-dyst fyri týska felagið, og hann tók av møguleikarnum.

Dortmund hevði flestu møguleikarnar, meðan stjørnurnar á PSG-liðnum eisini hóttu í fleiri førum.

Eftir ein góða tíma kom so fyrsta málið, og tað var norska stjørnuskotið, sum prikaði bóltin inn. Eftir álop úr høgru fekk Raphael Guerrero góðan møguleika, men rakti bóltin púra skeivt. Skaðin var ikki størri enn so, at bólturin av tilvild endaði hjá Haaland beint frammanfyri málinum, og sekundið eftir lá bólturin inni í málinum.

Einar tíggju minuttir seinni var tað PSG sum fekk eitt umráðandi mál.

Kylian Mbappé breyt ígjøgnum í høgru, legði ein beinraknan bólt til Neymar mitt fyri málinum, og brasilska stjørnan setti bóltin hart og trygt í málið. 1-1 og PSG hevði eitt frálíkt úrslit á útivølli.

Men hetta helt bert í tveir minuttir áðrenn nýggja norska heimsstjørnan svarðaði aftur.

Dortmund kom í góða støðu við nógvum fólki í álopi, og bólturin endaði hjá Haaland beint uttanfyri málteigin. Næstan í somu rørslu tamdi Haaland bóltin við høgra fóti og høgdi so til við vinstra fóti. Og so brast bólturin við einari øgiligari ferð ímóti málinum, har málverjin neyvan sá bóltin fyrr enn hann lá í netinum.

Fleiri mál komu ikki í kvøld, og Dortmund vann dystin 2-1.

Liðini bæði hittast aftur í París um tríggjar vikur.

 

 

Nýggjasta norska stjørnan, Erling Braut Haaland, lýsti sterkari enn Neymar og PSG-stjørnurnar í kvøld