Hagtølini siga okkum at vit skulu vera neyvari allan dystin

Føroyingar vóru neyvir í fyrra hálvleiki í Kiev. Men í seinna hálvleiki eru hagtølini als ikki góð.

Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

At føroyska spælið var betri í fyrra hálvleiki mikukvøldið í Kiev,  sæst aftur á almennu hagtølunum hjá evropiska hondbóltssambandinum.

Hyggja vit eftir fyrra hálvleiki, so fáa Føroyar mál burtur úr 12 av sínum 18 royndum. Hetta er 67 prosent. Í seinna hálvleiki fellur hetta talið til 35 prosent, ella sjey mál úr 20 royndum. 35 prosent í effektiviteti er ikki nóg mikið í hondbólti, men 67 prosent er sanniliga á eini leið, so tað snýr seg hjá føroysku leikarunum at finna aftur til tann neyvleikan, ið valdaði í fyrra hálvleiki. Savnaða talið fyri dystin sigur at Føroyar fingu mál burtur úr júst helvtini av sínum royndum, og tað er fyrst og fremst hetta talið, ið skal betrast.

Ukrainar vóru óvanliga neyvir. 85 prosent av ukrainsku royndunum endaðu í málinum í fyrra hálvleiki, og hetta verður sjáldan gjørt betri. Savnaða talið fyri dystin er 73 %, ið eisini er nakað høgt, men ikki óhoyrt.