Hákun á bonkinum tá ið Skanderborg tapti hálvfinaluna

Liðið hjá Hákuni West av Teigum og Paula Jacobsen tapti tepra hálvfinalu í steypakappingini

(mynd: SHEA) Hákun West av Teigum hevur fingið leiktíð fyrstu dystirnar í ár

(mynd: SHEA) Hákun West av Teigum hevur fingið leiktíð fyrstu dystirnar í ár

Føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum, sat í dag á bonkinum hjá Skanderborg, sum tapti hálvfinaluna í donsku steypakappingini ímóti TTH Holstebro við úrslitinum 29-28.

Pauli Jacobsen hevur eisini verið partur av hópinum, men í dag var royndi málverjin, Kristoffer Laursen til reiðar eftir skaða, og tí var Hákun West av Teigum einasti føroyingur í hópinum.

Føroyingurin kom ikki á vøllin í dystinum, har hann sá royndara felagan á høgra vongi, Mike Haack, spæla ein framúr dyst við sjey málum úr átta royndum.. Ein dystur har Skanderborg í longum løtum var omaná. Heilt til seinastu fýra minuttirnar. Tá skoraði TTH fýra mál á rað, og vendi støðuni frá 26-24 til 28-26.

Skanderborg royndi at halda fatur, og við hálvum minutti eftir var støðan 29-28 til TTH, og Skanderborg fekk fatur á bóltinum. Men tað endaði við brendum langskoti við einum seks sekundum eftir.

Sostatt rakk Skanderborg ikki finaluna í steypakappingini. Hetta er steypakappingin fyri undanfarna kappingarár, sum verður leikt í Danmark hetta vikuskiftið, eftirsum kappingin ikki kundi avgreiðast í vár.

TTH Holstebro hittir í finaluni vinnaran av dystinum ímillum GOG og Bjerringbro-Silkeborg.

in.fo/itrottur/hondboltur

 

 

(mynd: SHEA) Hákun West av Teigum hevur fingið leiktíð fyrstu dystirnar í ár