Tvey føroyingalið í donskum hondbólti spældu dyst í kvøld.
Í bestu hondbóltsdeildini tók liðið hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg móti Fredericia. Útiliðið vann 32-30. Í steðginum var Fredericia á odda 18-14.
Hákun West av Teigum kom tvær ferðir á máltalvuna fyri Skanderborg í kvøld.
Í næstbestu deildini var føroyingauppgerð í kvøld. SUS Nyborg, ið er liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Tróndi Mikkelsen tók ímóti Ajax, ið er liðið hjá Brandi Halgirssyni.
Ajax vann stórsigur 28-19. Í steðginum var Ajax á odda 16-9.
Tróndur Mikkelsen skoraði trý mál fyri SUS Nyborg. SUS Nyborg er langt aftast við fimm stigum, og teir hava 10 stig upp til fjórðaftasta liðið, TMS Tønder. Trý tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina.
Ajax er í løtuni á triðja plássi við 27 stigum. Um Ajax megnar at vinna triðja plássið skulu teir spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu hondbóltsdeildini.
Støðan í bestu deildini:
Nummar | LIÐ: | Dystir | Stig |
1 | GOG | 22 | 37 |
2 | Aalborg | 23 | 35 |
3 | TTH | 23 | 34 |
4 | SønderjyskE | 23 | 27 |
5 | Bjerringbro/Silkeborg | 22 | 27 |
6 | Skanderborg | 24 | 26 |
7 | Skjern | 22 | 25 |
8 | KIF Kolding | 23 | 23 |
9 | Fredericia | 23 | 20 |
10 | Ribe-Esbjerg | 23 | 18 |
11 | Mors-Thy | 23 | 17 |
12 | Aarhus | 23 | 16 |
13 | Lemvig-Thyborøn | 23 | 8 |