Hallur er á vikuliðnum hjá Superliguni

Superligan: Hallur Hansson er vikuliðnum í Danmark, eftir gott avrik móti Randers FC

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson fegnast saman við liðfeløgunum um málið til 3-0

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson fegnast saman við liðfeløgunum um málið til 3-0

Um vikuskiftið var 30. umfar í donsku Superliguni. AC Horsens vann 3-0 á útivølli móti Randers FC. Føroyski Hallur Hansson skoraði eitt mál og legði upp til eitt annað. Avrikið hevur vunnið honum eitt pláss á vikuliðnum hjá Superliguni.

Her verður víst á, at føroyski landsliðsspælarin hevur tríggjar royndir á mál, skoraði eitt mál og legði upp til ein málmøguleika. Í verjustøðu vann Hallur Hansson fýra tvídystir.

Eitt sindur sermerkt við vikuliðnum er, at Hallur Hansson verður valdur sum ein av tveimum framherjum í eini 3-5-2 spælskipan. Vit kenna nokk Hall Hansson best sum miðvallara, men hann kann eisini røkja ein meiri framrættaða leiklut.

##med2##

AC Horsens er, nú tað mangla tveir dystir í hesum umfarinum, nummar eitt í niðurflytingarbólki 2. Nummar eitt og tvey í niðurflytingarbólki 2 møta nummar tvey og eitt í niðurflytingarbólki 1. Síðani møtast vinnararnir av teimum uppgerðunum og vinnari av finaluni í niðurflytingarspælnum sleppur at spæla ein dyst á útivølli móti nummar trý í meistarabólkinum. Vinningurin er eitt pláss í Europa League.

Also skal AC Horsens fyrsta spæla tveir dystir í núverandi bólkinum, fyri at finna útav um teir ella Randers FC blíva nummar eitt ella tvey. Síðani skal AC Horsens vinna uppgerðina móti liðinum teir møta úr niðurflytingarbólki 1, hartil skal AC Horsens síðani vinna aftur í finaluni í niðurflytingarstríðnum. Ikki fyrr enn teir dystirnir eru vunnir, so sleppur AC Horsens at spæla um at koma í Evropa.

##med3##

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson fegnast saman við liðfeløgunum um málið til 3-0

Randers FC - AC Horsens 0-3 (28-6-2020)