Hallur er álitið

Føroyski landsliðsspælarin verður mettur at vera tann týdningarmiklasti av øllum í AC Horsens

mynd: AC Horsens

mynd: AC Horsens

Nú verður av álvara talt niður í donskum fótbólti. Fríggjakvøldið fer bólturin aftur á rull í superliguni eftir vetrarsteðgin, og sunnudagin skal føroyski landsliðsspælarin Hallur Hansson í eldin.

AC Horsens er á 10. plássi við 25 stigum. Hóast tað bara eru trý stig fram til AaB, sum er á 6. plássinum, ið ber kvalifikatión til DM endaspælið við sær, so verður hildið, at tað hjá AC Horsens í vár fer at snúgva seg um at sleppa undan at flyta niður. Átta tey aftastu liðini fara í endapæli at kappast um at sleppa undan niðurflyting.

Í donskum miðlum verður føroyski Hallur Hansson roknaður at vera avgerandi lyklaspælari í AC Horsens:

-Royndi liðformaðurin Hallur Hansson skal syrgja fyri, at tað verður friður og javnvág millum keturnar. Hann evnar at luttaka bæði í framrættaða og verjukenda partinum, verður sagt í tipsbladet.dk.

Í venjingardystunum hevur tað ikki gingið so væl hjá AC Horsens, sum hevur tapt 1-0 og 2-1 ímóti norsku Brann Bergen og Kristiansund BK, tapt 4-2 ímóti Hobro IK, spælt 1-1 ímóti SønderjyskE og vunnið 3-1 ímóti Aarhus Fremad.

Leygardagin sá tað ikki gott út, tá ið AC Horsens tapti 3-0 í Odense ímóti OB. Hallur Hansson var á vøllinum í 65 minuttir.

-Hetta var vánaligt og evnaleyst, tí vit vístu vánaligan hugburð, segði AC Horsens venjarin Bo Henriksen.

AC Horsens skal sunnudagin spæla á útivølli í Farum ímóti FC Nordsjælland.  

mynd: AC Horsens