Hallur Hansson ársins spælari í AC Horsens

Superligan: Annað árið á rað er føroyski miðvallarin kosin til árins spælara í AC Horsens

Kappingarárið hjá AC Horsens endaði í gjár, tá liðið tapti samanlagt fyri OB í Europa League endaspælinum. Eftir dystin bleiv Hallur Hansson kosin til ársins spælara í AC Horsens.

Føroyski landsliðsmiðvallarin er liðskipari hjá AC Horsens og gongur á odda. Hetta er annað árið á rað, at Hallur Hansson verður kosin til ársins spælara í felagnum. Hann vann heiðurin frammanfyri Bjarke Jacobsen og Louka Prip.

Hallur Hansson hevur spælt 28 dystir fyri AC Horsens hetta kappingarárið og skotið seks mál. Tølini siga at hann hevur runnið 314 kilometrar til samans. Tað er í miðal 11.2 kilometrar per dyst. Hann hevur gjørt 1.157 avleveringar og 82,7 prosent av teimum eru komnar á rætta stað.