Hallur Hansson: Eg havi brotið hondina

Føroyski landsliðsspælarin verður helst ikki við til komandi landsdystirnar

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hallur Hansson í dysti móti Malta við bindi um hondina

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hallur Hansson í dysti móti Malta við bindi um hondina

Hallur Hansson hevur bortið hondina í landsdystinum móti Malta á Tórsvølli farna týskvøld. Hann váttar fyri In.fo, at hann nú skal undir skurð og verður helst úti í upp til seks vikur.

- Ja, eg havi brotið hondina og skal undir skurð mánadagin, og so uttanfyri í seks vikur, sigur Hallur Hansson, sum breyt hondina í nærdysti við maltesiska verjuspælaran Steve Borg.

AC Horsens hevur hildið tað eitt sindur loyniligt, tí liðið skal skuldi spæla móti Hobro og tað var ongin orsøk at fortleja teimum um støðuna undan dystinum. AC Horsens vann dystin 1-0.

Føroyska landsliðið skal 15. novembur og 18. novembur spæla móti Norra og Svøríki. Tað er longu um lítlan mánað og tí er ósannlíkt, at hann verður partur av seinastu landsdystunum hjá Lars Olsen og Atla Gregersen.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hallur Hansson í dysti móti Malta við bindi um hondina