Hallur í stórsigri

Video: Hallur Hansson og AC Horsens vunnu í dag 3-0 í Superliguni

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson í dysti móti Silkeborg IF í dag

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson í dysti móti Silkeborg IF í dag

Hallur Hansson átti eitt av uppleggunum, tá AC Horsens í dag vann 3-0 á Silkeborg IF í 2. umfari í donsku Superliguni. AC Horsens fekk annars eina marrubyrjan fyri viku síðani, tá liðið tapti heili 3-0 á heimavølli móti FC Nordsjælland.

Í dag spældi AC Horsens á nýggja flotta leikvøllinum hjá Silkeborg. Tað gingu bara fýra minuttir, so vóru gestirnir á odda. Hallur Hansson átti avleveringina á tvørs til Michael Lumb, ið smekkaði bóltin í kassan.

##med2## 

Síðani økti Nicolai Brock-Madsen til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og til 3-0 í seinna hálvleiki. Hallur Hansson spældi allan dystin mitt á miðjuni. AC Horsens hevur nú trý stig og liggur á sjeynda plássi. Komandi dystur verður leygardagin á heimavølli móti FCK.

 

 

NRLiðDVJT
1FCK22005:36 stig
2SønderjyskE21103:24
3Brøndby11003:03
4Nordsjælland11003:03
5Lyngby11002:03
6Midtjylland11001:03
7Horsens21013:33
8Hobro20202:22
9AGF20112:31
10Esbjerg20111:21
11AaB20111:31
12OB10012:30
13Randers10011:20
14Silkeborg20020:60

Mynd: (Scanpix) Hallur Hansson í dysti móti Silkeborg IF í dag

Silkeborg IF - AC Horsens (21-7-2019)