Hallur setti liðfelagarnar upp á pláss

Hallur Hansson orkar framvegis best í AC Horsens.

Hallur Hansson hevur fleiri ferðir prógvað seg sum tann, ið orkar allarbest á AC Horsens-liðnum, men av tí at føroyski landsliðsleikarin var heima í Føroyum í korona-steðgi tá ið AC Horsens-liðið herfyri rann sokallaðu bip-testina, so fekk hann ikki møguleika at prógva seg ta ferðina.

Tað var Louka Prip, sum vann innanhýsis kappingina um at orka best á AC Horsens-liðnum, men venjarin, Bo Henriksen, helt, at tað skuldi vera eins fyri øll, og Hallur fekk tískil møguleikan at renna bip-testina nú hann kom aftur til Horsens at venja.

Hallur rann bip-testina meðan liðfelagarnir hugdu at, og hann vísti teimum øllum, at korona-steðgurin ikki hevur ávirkað kropsliga formin. Hann prógvaði tvørturímóti, at hann framvegis er tann orkumiklasti á AC Horsens-liðnum - og meira afturat.

- Eg rann tað besta, ið eg nakrantíð havi runnið í einari bip-test, og so fekk eg eisini sett Louka Prip upp á pláss, sigur Hallur við Horsens Folkeblad.

Hann sigur, at tað er ein góð kensla at sleppa í gongd aftur, og at teir nú eru farnir at fyrireika seg til dystin 1. juni ímóti FC Midtjylland, sum Hallur Hansson ongantíð hevur verið við til at vinna nakað stig ímóti.

AC Horsens er nummar 10 í Superliguni og manglar bara at spæla ímóti FC Midtjylland og Brøndby áðrenn farið verður í holt við niðurflytingarspælið 14. juni.