Hallur vann stóran sigur á tómum risaleikvølli (FM1)

(FM1) Hoyr Hallur Hansson seta orð á sigurin AC Horsens vann á FCK í Parkini frammanfyri bara einum áskoðara

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu minniligan sigur á FCK frammanfyri einum áskoðara

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu minniligan sigur á FCK frammanfyri einum áskoðara

##med2##

Farna sunnudag vunnu Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens ein minniligan sigur á FCK í Parkini í Keypmannahavn. Talan var um dyst í donsku Superliguni.

Tað var als ikki væntandi, og serliga ikki í mun til gongdina FCK hevur havt í Europa League, har liðið hevur vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í Europa League.

Tað gjørdist talan um ein minniligan dyst uppá mangar mátar fyri Hall Hansson. Tí tað var bara ein áskoðari til dystin, og tað var høvuðsvenjarin hjá FCK, Ståle Solbakken sum hevði fingið bann at sita á venjarabeinkinum, og var tí vístur upp á áskoðaraplássini, og har kundi Ståle so velja frítt millum fleiri enn 40.000 setur sum vóru tóm orsaka av Corona.

Nú mugu Hallur og liðfelagarnir eisini leggja stilt í donsku superliguni í nakrar vikur orsaka av Corona.

Seinnapartin ringdi reportarin hjá FM1, Tróndur Arge til Hall Hansson.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens vunnu minniligan sigur á FCK frammanfyri einum áskoðara

(Samrøða: Hallur Hansson)