Hallur vil víðari frá AC Horsens

- Eg vil gjarna royna meg onkra aðrastaðni upp á eitt tíðspunkt, sigur Hallur Hansson

Annað árið á rað er Hallur Hansson ársins spælari í AC Horsens. Hann er eisini toppskjútti í felagnum og liðskipari. Nú sigur føroyski landsliðsspælarin við Horsens Folkeblad, at hann vil sleppa víðari eina ferð í næstum.

- Eg vil gjarna royna meg onkra aðrastaðni upp á eitt tíðspunkt. Eg eri glaður fyri at verða her í Horsens og vit hava júst havt eitt gott kappingarár, men Bo Hendriksen (venjari hjá AC Horsens, blaðm) hevur eisini sagt við meg, at eg havi uppiborið at sleppa at royna nakað nýtt, um rætti møguleikin kemur, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.

Spurningurin er, sum hjá so nógvum øðrum spælarum, um koronakreppan ger tað ómøguligt hjá feløgum at taka nýggjar spælarar inn. Tað er tó lagt upp til eina hendingaríka og spennandi seinnu hálvu av 2020. Umframt dystir í Superliguni, so verða eisini átta landsdystir.

- Tað eru átta landsdystir. Ein móti eitt nú Danmark, so tað er gott at eg elski at spæla fótbólt. Hetta verður hart, men eg plagi at fáa eitt leikbann ella tvey, so tað gongur nokk, sigur Hallur Hansson við Horsens Folkeblad.

Føroyski landsliðsspælarin hevur sáttála í hálvt annað ár afturat. AC Horsens tapti um vikuskiftið samanlagt móti OB í endaspælinum um at koma í Europa League til komandi kappingarár.