Føroyska badmintonlandsliðið 1-3 móti Guernsey í hálvfinaluni í liðkappingini í badminton á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Vit uppdateraðu frá teimum fýra dystunum á in.fo, har vit taptu báðar tvímansleikirnar og einmansleikin hjá monnum. Bert Rannvá D. Carlsson vann í einmansleikinum hjá kvinnum:
(Fyrsti dysturin har spælt verður best av fimm dystum er einmansleikurin hjá monnum.
Bartal Eliasen vann fyrsta settið 22-20. Mótstøðumaðurin úr Guernsey vann annað settið 22-20 og triðja settið 21-16.
Støðan er sostatt 1-0 til Guernsey aftaná fyrsta dystin av fimm møguligum.)
------
(Annar dysturin er í einmansleiki hjá kvinnum. Rannvá D. Carlsson tapti fyrsta settið tepurt 19-21. Rannvá hevur vunnið annað settið 21-12. Triðja settið vann Rannvá D. Carlsson sannførandi 21-14.
Sostatt er støðan javnleikur 1-1 aftaná annan dystin av fimm møguligum.)
------
(Triðji dysturin: Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy manna tvímansleikin hjá monnum. Fyrsta settið vunnu Bartal og Niclas 21-18, men teir taptu greitt annað sett 11-21. Bartal og Niclas taptu eisini triðja settið 15-21.)
Sostatt er støðan 2-1 til Guernsey aftaná triðja dystin av fimm møguligum.)
------
Fjórði dysturin: Rannvá D. Carlsson og Gunnvá Jacobsen manna tvímansleikin hjá kvinnum. Guernsey vann fyrra settið 24-22 og seinna settið 21-18.
Sostatt vann Guernsey dystin 3-1, og møtir Grønlandi í finaluni.
Klokkan 14 spæla Føroyar bronsudyst móti Oynni Man.