Hálvur føroyingur er á oyggjaleika-liðnum hjá Gibraltar

(OYL) Jessy Franco, ið hevur metið í Gibraltar á 200 metrum hevur føroyska mammu

Fabian, Jessy og Randi Franco (Mynd: Gibraltar Chronicle)

Fabian, Jessy og Randi Franco (Mynd: Gibraltar Chronicle)

Vertirnir á oyggjaleikunum hava ein hálvan føroying á liðnum. Talan er um Jessy Franco, ið er sonur Randi og Fabian Franco, ið møttust á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989.

Jessy Franco eigur gibraltanska metið á 200 metrum, ið er 21:31 sekund.

Jessy Franco er 20 ára gamal, og hevur fokuserað nógv uppá renningina síðani hann var 16 ára gamal.

Jessy Franco sigur í samrøðu við Gibraltar Chronicle, at hann vónar at kunna kvalifisera til heimsmeistaraskapið í frælsum ítrótti sum verður í Katar seinast í september og fyrst í oktober í ár.

Við Gibraltar Chronicle sigur Jessy Franco, at hann væntar stuðul frá vinum og familju úr bæði Gibraltar og Føroyum, men størsta stuðulin væntar Jessy at fáa frá lítlusystrini, Grace: - Oyggjaleikirnir eru okkara olympiada, sigur Jessy við Gibraltar Chronicle.

HER ber til at hoyra og síggja eina samrøðu Solby Christiansdóttir hjá KVF gjørdi við Randi Franco.

##med2##

 

 

Fabian, Jessy og Randi Franco (Mynd: Gibraltar Chronicle)

Í Gibraltar er søgan um Fabian og Randi Franco, og son teirra, Jessy serlig (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)