Hanna og Maria á landsliðið

Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir Honnu Lamhauge Jacobsen úr B36, og Mariu á Lakjuni úr ÍVB til útidystin móti Wales 22. oktober, skrivar FSF.fo

Nógvar broytingar hava verið í hópinum hjá A-landsliðnum við kvinnum í hesari undankappingini, og tað hevur givið nógvum ungum leikarum møguleikan. Til útidystin móti Wales hava Julia Naomi Mortensen og Unn Hvidbro givið avboð, og tí hevur John Petersen, landsliðsvenjari nú sent boð eftir Honnu Lamhauge Jacobsen úr B36 og Mariu á Lakjuni úr ÍVB.

Hanna og Maria eru báðar 19 ára gamlar og hava umboðað Føroyar á U19 landsliðnum, og hetta er fyrsta A-landsliðsúttøkan hjá teimum báðum.