Hannes skoraði tvey mál

1. DEILD: B36 er eftir sigur í grannauppgerð á øðrum plássi

Hannes Agnarsson var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík

Hannes Agnarsson var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík

B36 hevur av álvara blandað seg í toppstríðið í næstbestu deildini.

Í kvøld vóru grannarnir í FC Hoyvík í Gundadali, og teir noyddust til hús við 3-1 tapi. Sigurin ber við sær, at B36 eftir fimta umfar er næstovast við 12 stigum – eitt stig aftanfyri oddaliðið Víking.

Tað reið leingi um snarið, tí tað var ikki fyrr enn tað restaðu trettan minuttir, at fyrsta málið varð skorað, og so gekk tað skjótt.

Eingin ivast í fínum fótbóltsevnunum hjá 21 ára gamla Hannes Agnarsson. Hann hevur verið nógv darvaður av skaðum, men nú er hann komin fyri seg. Hann hevur onkran dystin verið á listanum hjá besta liðnum, og avrikið á næstbesta liðnum týskvøldið man boða frá, at Hannes skjótt fer at vera at síggja á besta liðnum.

Hannes Agnarsson legði B36 framum 1-0 í 77. minutti, og ellivu minuttir seinni økti hann til 3-0. Andrass Johansen skoraði til 2-0 í 80. minutti.

Villiam Emil Klein minkaði um munin til 3-1, tá ið tíðin var um at vera farin.

B36 skal í sætta umfari spæla á útivølli ímóti NSÍ, og FC Hoyvík eigur heimavøll ímóti B71. FC Hoyvík hevur 4 stig. 

Hannes Agnarsson var tvífaldur málskjútti, tá ið B36 vann 3-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík