Hans Eli og Marianna eru ársins áleyparar

Hans Eli Sigurbjørnsson og Marianna Geirsdóttir Eystberg eru ársins álopsleikarar

Heiðurin fyri ársins álopsleikara var hjá kvinnum latin toppskjúttanum Marionnu Geirsdóttur Eystberg úr Kyndli. Hon vann við 35 stigum frammanfyri Liljuna Djurhuus úr VÍF og Maritu Mortensen úr H71, ið fekk 15 stig.

Hjá monnum var heiðurin latin Hans Eli Sigurbjørnsson. Hann fekk 38 atkvøður. Honum á baki kom Filip Jojic við 35 stigum, meðan Rasmus Søby fekk 26 stig.