Hans Jørgen: Ongin sjampagna og einki Tiki-Taka

- Vit kunnu ikki byrja við sjampagnu-fótbólti og Tiki-Tak, sigur Hans Jørgen Djurhuus

Mynd: (Jens Kristian Vang) Venjararnir hjá ÍF taka eitt prát undan hálvleikinum á Eiði. Frá vinstru: Hans Jørgen Djurhuus, Ólavur Larsen og Kári Reynheim

Mynd: (Jens Kristian Vang) Venjararnir hjá ÍF taka eitt prát undan hálvleikinum á Eiði. Frá vinstru: Hans Jørgen Djurhuus, Ólavur Larsen og Kári Reynheim

Hans Jørgen Djurhuus er nýggjur venjari hjá ÍF saman við Kára Reynheim. Fyrrverandi miðvallarin hjá Víkingi ætlar sær at byrja við verjupartinum, tí ÍF letur ov nógv mál inn.

- Vit kunnu ikki byrja við sjampagnu-fótbólti og Tiki-Taka, men vit mugu byrja frá verjuni av og byggja upp. Spælararnir skulu ikki hugsa um niðurflyting ella nakað nú. Tað eru 21 dystir eftir, og teir skulu bara hugsa um komandi dyst. Tað er nógv stig eftir at spæla um, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

##med2##

ÍF vann mánakvøldið 2-0 á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim vóru við á bonkinum, men tað var Ólavur Larsn, ið stóð við róðrið.

- Eg haldi at vit spældu væl. Teir hava ikki vunnið í 17 dystir við venjingardystum, og tað kann seta seg í høvdið. Tí eri eg eyka stoltur vegna spælararnar av sigrinum. Ólavur Larsen hevði gjørt eitt gott forarbeiði. Vit vildu ikki ordiliga broyta nakað beint áðrenn dystin, men tá vit eru nýggir og koma inn í skiftirúmið, so lyfta spælararnir seg. Tað hendir ofta, tá nýggir venjarar koma til, sigur Hans Jørgen Djurhuus og leggur afturat:

- Eg venji líka sum eg spæli og tað skulu vit eisini. Tað skal vilji og orka til at vinna dystir. Soleiðis skulu vit eisini venja. Síðani fara vit at byrja við verjuni. Vit lata ov nógv mál inn, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

Hann sigur eisini, at hann ætlar sær at verða venjari. Tí var hann ikki í iva, tá ÍF ringdi. Arbeitt verður nú við at fáa spælarar sum Boga Reinert-Petersen og Høgna Zachariassen at spæla aftur. ÍF skal sunnudagin spæla móti B36 í Gundadali.

##ms##

Mynd: (Jens Kristian Vang) Venjararnir hjá ÍF taka eitt prát undan hálvleikinum á Eiði. Frá vinstru: Hans Jørgen Djurhuus, Ólavur Larsen og Kári Reynheim