Hans Jørgen: Tað gav ikki meining longur

Hans Jørgen Djurhuus valdi mánadagin at leggja frá sær sum venjari hjá ÍF. Hann tók við á sumri í 2019, men hóast ætlanin var at halda fram, so hevur hann nú valt at gevast. Tað gav ikki ítróttarliga meining at halda fram, sigur hann.

- Í 2019 liggja vit aftast við seks stigum. Tá var tað spennadi at fáa ÍF til eitt miðal lið. Um tað er nakað ár, har tú kanst lukta til eitt 4. pláss, so er tað í ár, sigur Hans Jørgen Djurhuus, sum ikki hevur mist hugin til venjarastarvið.

- Eg havi framvegis hug at verða venjari, men tað skal geva meining fyri meg at fara til arbeiðis. Tað var torført hjá mær, at fara til fuglafjarðar bara fyri at enda nummar seks. Eg vildi broyta mentalitetin í ÍF og tað hevur partvís eydnast, men nú síggi eg at tað gongur skeivan vegin aftur, sigur fyrrverandi stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi.

Les samrøðu við Hans Jørgen Djurhuus í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.