Hansson kapteynur aftur á vøllinum við sigri

Superligan: Hallur Hansson og AC Horsens vunnu í dag 2-1 á OB

Hallur Hansson og AC Horsens vunnu í dag 2-1 á OB í Superliguni. Føroyski landsliðsspælarin, sum er liðskipari hjá AC Horsens, hevur ikki spælt frá byrjan, síðani hann breyt hondina í landsdystinum móti Malta í oktober á Tórsvølli.

Nú er Hansson kapteynur aftur á AC Horsens skútuni og tað gongur bara væl. Sum myndin vísur, so var hann íblandur kring allan vøllin, tá teir gulu úr Horsens vunnu 2-1 á OB. Teir grønu pílarnir rættar avlevering, meðan teir reyðu pílarnir vísa avleveringar, sum ikki komu fram.

Hetta er aðru fer í ellivu innanhýsis uppgerðum, at AC Horsens vinnur á OB. Við sigrinum er AC Horsens komið upp á 21 stig fyri 18 dystir, og liggur á 10. plássi.